– Vit hava verið í hørðum mótvindi, men nú eru vit komin í rættiligan undanvind og tað fer at seta dám á ólavsøkurøðuna hjá løgmanni í ár, segði Kaj Leo Holm Johannesen í samrøðu við ólavsøkublaðið hjá Sosialinum.
– Tað er munur á, at tað verður hugaligari at halda ólavsøkurøðuna í ár, enn tað var, tá ið eg helt mína fyrstu ólavsøkurøðu í 2009.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Um eina løtu fer hann at halda sína seinastu ólavsøkurøðu, í hvussu so er í hesum valskeiðnum.
Kaj Leo Holm Johannesen tók við sum løgmaður seint í 2008, og hetta er sostatt sjeyndu ferð, hann heldur ólavsøkurøðu fyri Løgtingi, landstýri og allari tjóðini.
Løgmaður sigur, at tey fyrstu árini, hann helt ólavsøkurøðuna, vóru tær merktar av kreppuni í samfelagnum.
Men nú sær munandi ljósari út og pílarnir vísa tann rætta vegin.
– Vit eru komin úr nógvum mótvindi fyri nøkrum árum síðani, til rættiligan undanvind hesi seinastu árini. Tað gongur rættiliga væl hjá nógvum vinnugreinum, og ein partur av ólavsøkurøðuni verður bygd upp rundan um tað.
– Í dag er kenslan nógv øðrvísi, enn hon var tey fyrstu árini, tí tann ótryggleiki, sum gjøgnumsúrgaði alt samfelagið tá, er ikki til staðar longur.
TRÝST HER fyri at lesa samrøðuna við løgmann, sum stóð í ólavsøkublaðnum hjá Miðlahúsinum.