Í 1994 varð Jari Litmanen stóri munurin

(Kykmynd) Síggj stuttan samandrátt av dystinum, tá Føroyar seinast leiktu ímóti Finnlandi í Helsinki

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj ein samandrátt, sum er níggju minuttir til longdar av seinasta undankappingardystinum Føroyar leiktu á olympiska leikvøllinum í Helsinki. Hetta varð tann 16. november í 1994.

 

Finnland vann ein sannførandi 5-0 stórsigur. Finnland varð á odda 1-0 í steðginum. Allarstørsti munurin millum liðini varð tann stóra finska fótbóltsstjørnan, Jari Litmanen, sum skeyt tvey mál í hesum dystinum. Tummas Eli Hansen varð rikin av vølli, tí dómarin metti hann hevði bjargað á málstrikuni við hondini. Jari Litmanen setti brotssparkið í netið til 2-0, og so varð tokið koyrt hjá føroyska liðnum. Føroyska liðið kom tó til málmøguleikar í dystinum. 

 

Talan er um eina upptøka hjá finska kringvarpinum YLE, sum Ivan Eginsson Eysturland hevur verið so beinasamur at leggja út á YouTube. 

 

Teir sum mannaðu føroyska liðið á olympiska leikvøllunum í Helsinki hendan dagin vóru: 

 

1. Jens Martin Knudsen

2. Óli Johannesen

3. Tummas Eli Hansen

4. Janus Rasmussen

5. Øssur Hansen

6. Kurt Mørkøre

7. Magni Jarnskor

8. Henning Jarnskor

9. Jan Allan Müller

10. Todi Jónsson

11. Djóni N. Joensen