I Am fer aftur á pall

Eftir at stilt hevur verið í nøkur ár, rundan um fremsta kristna rokkbólkin í Føroyum I AM, er bólkurin nú til reiðar at fara aftur á pallin.


I AM hevur ikki verið á palli í Føroyum síðan á Summarfestivalinum síðsta summar, orsøkin er at tríggir av teimum fimm limunum eru uttanlands í lestrarørindum størsta part av árinum.
- Vit spæla og venja bara tá vit eru heima í Føroyum um summarið, sigur Birgir Sigurðson sangarin úr I AM.
- Men vit skriva nýtt tilfar alt árið, tá vit møtast aftur venja vit tey nýggju løgini.
I AM hava skrivað nógv nýtt tilfar í ár, helvtin av tí teir fara at framføra á Fjarðafestivalinum eru nýggj løg.
Bólkurin hevði ætlanir um at fara í upptøkuhøli í summar at taka eina nýggja fløgu upp, men henda ætlan er útsett til í vár ella næsta summar, tí gittarspælarin Arni Zachariassen hevur verið í USA á konsertferð við hinum bólkinum hjá sær, Braquet.
- Tann nýggja fløgan kemur at vera í tráð við tí síðstu fløguna vit góvu út í 2003. Tað verður nýmótans rokktónleikur við nógvum enskum tekstum. Sigur Birgir Sigurðson.
Men I AM verður ikki meira virkin á føroyska tónleikapallinum, enn teir hava verið tey síðstu árini.
- Vit framføra ikki meir enn eina, tvær ella trýggjar ferðir um árið í Føroyum. Soleiðis verður tað nokk eisini, inntil vit allir eru lidnir at lesa og eru fluttir aftur til Føroya um eini tvey ella trý ár.
Hóast stilt hevur verið rundan um I AM tað síðsta árið, hava limirnir verið virknir innan tónleikin. Birgir hevur verið við til at gjørt skótafløguna Skótar vit eru. Arni hevur arbeitt við Braquet, meðan hinir limirnir hava arbeitt í sínum meinigheitum.
 
Fyrsti kristiligi rokkbólkurin
Í septembur í ár eru tíggju ár síðan, at I AM byrjaðu at spæla saman, og nógv er broytt hesi síðstu árini. I AM var tann fyrsti kristiligi rokkbólkurin í landinum, at byrja við vóru teir ikki væl móttiknir í meinigheitunum. Fólk hildu, at tónleikurin var ov villur, og vóru ikki von við, at rokktónleikur hevði kristiligar tekstir.
Bólkurin byrjaði at spæla til smá kristilig tiltøk, og var sera væl móttikin av teimum ungu.
- Tey fyrstu 1-2 árini vóru trupul, tí vit vóru allatíð noyddir at verja okkum og greiða frá, hvat tað var vit gjørdu.
Men eftir tað gekk betri. Fyrsta fløgan CAST, ið kom út í 1999 var væl umtók, fleiri av løgunum lógu sum nummar eitt á føroysku hittlistunum. Við fløguni xthree.one.four í 2003 blivu teir nærmast rokkstjørnur í Føroyum. Fløgan seldi umleið 1000 eintøk ta fyrstu vikuna, hon er nú útgivin í Danmark av Royal Music. Serliga løgini Believe, Alla Leið og Friðsæla Stund hava verið nógv at hoyrt í útvarpinum, og fleiri løg eru eisini blivin spæld í útlendskum útvarpi.
- Vit hugsa ikki so nógv um at vit eru kendir. Sjálvandi var tað stuttligt at hoyra seg sjálvan í útvarpinum í fyrstuni, men tað hugsa vit ikki so nógv um longur.
Heldur ikki tað, at teir eru fyrsti kristiligi bólkurin í Føroyum við einum fjepparaskara, hugsa teir nakað serligt um.
- Vit hava altíð sagt, hví vit spæla tónleik. Vit gera tað fyri at lovprísa Jesusi og at boða tann kristna boðskapin, øll tey sum kenna okkara tónleik, vita hvat vit standa fyri.
Í fleiri ár sat I AM einsamallur á trúnuni innan kristnan føroyskan rokk, men seinnu árini hevur Braquet við I AM gittarleikaranum Arna Zachariassen gjørt nógv vart við seg, meðan lítið hevur verið at hoyrt til Klaksvíksbólkin við fangandi popprokkinum, so tað er við spenningini at hugt verður fram ímóti endurlanseringini av I AM.