Klaksvík: Teir eru eitt tað heitasta navnið í føroyskum tónleiki í løtuni. Teir hava sín stóran lurtaraskara, og teir gera eisini vart við seg á hitlistum og konsertum.
Talan er um gospelbólkin I AM, sum nú fer at hava fyrstu konsertina í Klaksvík í meira enn tvey ár.
Bólkurin, sum er úr Klaksvík, fer fríggjakvøldið 21. september at spæla í mentanarhúsinum Atlantis, og pláss er eisini gjørt fyri møguligari eykakonsert sunnukvøldið 23. september.
I AM vóru við í Prix Føroyar finaluni í ár, og ein av sangunum, sum teir spældu tá, hevur seinastu vikurnar verið ovast á 15 teimum bestu.
Atgongumerki til konserina við I AM fáast á Statoilstøðini í Klaksvík. Tað er bert pláss fyri stívliga hundrað fólkum í Atlantis í senn, og av tí at plássið er so avmarkað, er pláss eisini gjørt fyri møguligari eykakonsert.