Grønlendska manslandsliðið í hondbólti skal í annaðkvøld klokkan 21.45 - føroyska tíð - spæla finalu móti USA um at gerast norðuramerikanskur og karibiskur meistari í hondbólti hjá monnum.
Finalan verður leikt í TBK Bank Sports Complex í býnum Bettendorf í deilríkinum, Iowa í USA.
Innleiðandi hevur Grønland, ið hevur Inga Olsen úr Vestmanna sum hjálparvenjara vunnið tveir stórsigrar. Grønland hevur vunnið 40-20 á Kanada, og 35-25 á Meksiko.
USA verður tó ein heilt onnur og torfør uppgáva, men sum tey siga í politikki: "Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt".
Vinnarin av kappingini sleppur at taka lut í HM-endaspælinum í Týsklandi.











