Frá á middegi í dag verður Syðrugøta aftur karmur um ársins G! Festival, og festivalurin boðar frá frálíkum veðrið og einum vælbúgvnum tjaldingarplássi.
Frá kl. 12.00 til 16.00 er ókeypis at koma inn á festivaløkið, og tí møguleiki hjá øllum at síggja økið, fara í sauna ella hitapottar, hoyra tónleik á nýggja pallinum Grótið, uppliva Cool Tour geitina og njóta góðveðrið á Gøtusandi.
Formliga skráin byrjar longu kl. 14.00 og umboðar í dag nakað av tí besta innan alt frá singer/songwriter og dómadagsmálm til elektro popp og hipp hopp - og tað serføroyska.
Millum perlurnar á fjølbroyttu tónleikaskránni eru Enekk, sum trína á pall við manningini frá fyrstu fløguútgávuni ‘Ver Sterk Mín Sál’, donsku Malk De Koijn, hvørs skemtiliga øðrvísi rapptónleikur er fluttur oman á Sandin, og Hamferð, ið spæla teirra einastu føroysku festivalkonsert í ár á G!
Eisini spælir norski Moddi á Sandinum, navnframu Tuxedo Rebels og heimskenda Greta Svabo Bech á Spæliplássinum. Og so fer Grundin aftur í gongd, tá ið Alpha Steppa byrja ballið á midnátt.
Afturat øllum tónleikinum er eisini Cool Tour geitin, og sum tjóvstartaði í gjárkvøldið í Losjuni, í gongd allan dagin við øllum frá upplestri til frígerandi dans.
– Vælkomin á G! Festival 2014, heilsa tey úr Syðrugøtu...