Í dag byrjar mest útskeldaða meistaraheitið

AFCON: Í dag byrjar afrikanska meistaraheitið í fótbólti

Í dag byrjar afrikanska meistaraheitið í fótbólti. Eitt meistaraheiti, sum útskeldað í Evropa, tí tað merkir at fleiri feløg missa sínar bestu spælarar í ein mánað.

 

Afrikanska meistaraheitið – stytt AFCON 2021 – verður í Kamerun í ár. Tað er útsett frá í fjør, men øll eru ikki fegin um, at meistaraheitið ikki er útsett enn eina ferð, tí koronufarsóttin ger enn um seg.

 

Í Evropa hevur verið ein ávís mótstøða, tí feløg sum Liverpool og Chelsea skulu lata nakrar av sínum bestu spælarum til eina kapping, sum verður avgreidd í heldur ivasomum umstøðum sambært teimum.

 

Tað ber ikki til at spæla í Afrika um summari, og tí verða meistaraheitini avgreidd um veturin, meðan stóru landskappingarnar í Evropa eru í gongd. Fleiri fyrrverandi spælarar hava kolldømt kritikkin, og halda at tað er langt úti, at feløg í Evropa skulu niðurgera kappingina um afrikansa meistaraheitið.

 

Millum favorittarnar at vinna AFCON 2021 eru Senegal, Algeria, Fílabeinsstrondin, Kamerun, Egyptaland, Marokko og Nigeria – í hasi rekkjufylguni sambært oddschecker.

 

Bólkarnir síggjast við at trýsta HER, ella hyggja á myndina.