Eftir at tað síðani næstsíðsta sunnudag hevur verið EM hondbóltur á skránni í Danmark, verður punktum sett fyri kappingini seinnapartin í dag. Kroatia og Spania kappast klokkan 14 um bronsukrónurnar, og klokkan 16.30 bresta Danmark og Frakland saman í uppgerðini um gullkrónurnar.
Áhugin í Danmark er øgiligur. Mátingar siga, at umleið tvær milliónir hava fylgt við í sjónvarpinum í onkrum av teimum sjey dystunum, tá ið vertirnir hava spælt, og tað er møguleiki fyri, at sjónvarpsmetið verður tikið seinnapartin.
Í Danmark verður nógv gjørt burturúr í miðlunum, og seinnapartin verður tætt millum almennu umboðini í Jyske Boxen í Herning. Á odda fyri almenna myndugleikan verður drotningin, sum saman við prinsgemalinum og fleiri av ommubørnunum er á veg til Herning.
Gongdin higartil sigur, at tað kann roknast við tættari finalu. Avrikini hjá franska liðnum hava verið alt meiri sannførandi, og fraklendingar plaga at vinna, tá ið teir eru í finaluni. Fraklendingar rona tó at undirspæla seg sjálvar og vísa á, at Danmark er favorittur.