Í dag verður søguløta við Siriously drag

Føroyingar hava kjakast nógv um hetta tiltakið seinastu dagarnar.

Seinastu vikurnar hevur eitt baratiltak í Norðurlandahúsinum fingið sera stóra umrøðu.

 

Talan er um eina søguløtu, har ein drag-queen fortelur søgur fyri børnum. 

 

Meðan summi ikki meina, at hetta er sømiligt fyri børn, meina onnur, at hetta er frískt og øðrvísi. 

 

Uttan mun til, hvat man heldur, so verður hendan nógv umrødda søguløtan í øllum førum í dag klokkan 12 í Norðurlandahúsinum sum partur av minoritetsfestivalinum FIMFF.

 

Um tiltakið verður soleiðis greitt frá:

 

– Sum nakað nýtt kunnu børnini fáa eina stuttliga og hugnaliga løtu, har tey hoyra eina fitta barnasøgu fortalda av eini festligari drag queen.

 

– Drag Queen Story Hour hevur sínar røtur í San Francisco. Tankin er, at børnini bæði kunnu fáa ein forkærleika til bókmentir, fáa jaligar kvir fyrimyndir og læra um ymiskleika.

 

Tað verður Siri Súsonnudóttir Hansen, sum fer at lesa fyri børnunum, sum Siriously, hesa løtuna.

 

– Til Drag Queen søguløtuna hava hvørki hugflog ella søgurnar normar ella mørk. Í søguløtuni kann heimurin vera so ymiskur og fyltur við kærleika, sum vit vilja, og sum hann í veruleikanum er, sigur Siriously.

 

Søguløtan er fyri børn úr 3 ár, ella tá foreldrini meta, at teirra barn megnar at sita og lurta eftir eini søgu.

 

Umframt søguløtuna hevur nógv annað eisini verið á skrá hetta vikuskiftið, og í dag verður millum annað eisini eitt sofaprát klokkan 15 um løgfrøðiligt kynsskifti. Stigtakararnir greiða soleiðis frá:

 

– Á tiltakinum verður eitt tvíbýtt sofaprát, har vit fara at hoyra fleiri tvørkynd greiða frá, hví løgrfrøðiligt kynsskifti er so týdningharmikið fyri tey, og vit fara eisini at hoyra ymiskar serfrøðingar greiða frá, um hvat løgfrøðiligt kynsskifti er, um kyn, samfelag og lógir.