Í dag verður FIFA Ballon d’Or 2015 tiltakið hjá altjóða fótbóltssamgonguni. Lionel Messi er stórfavorittur at vinna heitið sum heimsins besti fótbóltsspælari 2015.
Lionel Messi er so stórur favorittur, at hægstu oddsini tú fær upp á hann at vinna er 1.08 hjá Bwin. Tað er ein staðfesting av, at tey allar flestu vænta, at argentinski bóltsnillingurin vinnur FIFA Ballon d’Or fyri fimtu ferð, sum er met.
Tí hava miðlarnir leitað eftir øðrum at skriva um. Eitt, sum hevur sermerkt Lionel Messi, í samband við hesi tiltøkini er, at hann velur heldur øðrvísi klædningar. Tí hava fleiri miðlar sett sær fyri, at gita hvat fyri klædning hann velur hesaferð.
Tá er størri spenningur um tað verður Cristiano Ronaldo ella Neymar, sum fáa annað plássið í kappingini. FIFA Ballon d’Or tiltakið byrjar í dag klokkan 17.30. Umframt ársins spælara hjá monnum, so skal eisini ársins spælari hjá kvinnum eisini finnast.