Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, Fredrikstad er framvegis ósigrað aftaná fýra umfør.
Í dag tók Fredrikstad móti Sandnes ULF á heimavølli, ið tíverri ikki hevði Gullbrand Øregaard við í hópinum.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0, ið Fredrikstad Blad metir vera eitt rættiliga stórt vónbrot.
Jóannes Bjartalíð kom á vøllin fyri Fredrikstad tá 72 minuttir vóru farnir av dystinum.
Fredrikstad er nummar fýra í deildini við átta stigum fyri fýra dystir. Bert eitt stig er upp til oddaliðið, Ranheim sum hevur níggju stig.
Komandi mikudag verður føroyingauppgerð, tá Bryne við Noah Mneney og Rógva Baldvinsson á liðnum tekur ímóti Fredrikstad á heimavølli.