Í gjár vóru 561 nýggir tilburðir av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
946 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Sostatt eru tað í løtuni 4.283 fólk smittað við koronu.
– 24 eru innløgd við koronu, harav átta eru innløgd vegna koronu, og 24 eru deyð við koronu í Føroyum, siga myndugleikarnir.
Talið av smittaðum í gjár er nakað lægri enn fyrradagin, tá 945 tilburðir vórðu staðfestir.
Annars eru sóttarhaldsreglurnar nú linkaðar, soleiðis at einans smittað skulu í sóttarhald. Les meira um tað HER.