Í Grønlandi tjena menn 20 prosent meira enn kvinnur

Miðalinntøkan hjá monnum í 2024 var 327.000 krónur, meðan tilsvarandi miðalinntøka hjá kvinnum var 271.000 krónur

Í Grønlandi tjena menn í miðal stívliga 20 prosent meira enn kvinnur.

 

Tað vísa hagtøl hjá Grønlands Statistik, sum grønlendska kringvarpið - KNR - endurgevur á sínari heimasíðu.

 

Hetta er galdandi bæði tvørtur um kommunumørk og aldursbólkar.

 

KNR vísir á, at miðalinntøkan hjá monnum í 2024 var 327.000 krónur, meðan tilsvarandi miðalinntøka hjá kvinnum var 271.000.

 

- Hetta merkir, veit grønlendska kringvarpið at siga, at í landshøpi tjentu menninir 20,7 prosent meira í 2024 enn kvinnurnar.

 

Meira enn hetta kann lesast á - https://knr.gl/da/nyheder/maend-tjener-over-20-procent-mere-end-kvinder-her-i-landet

 

##med2##