Í KABUL? - Ja, og eisini í FØROYUM í 2022

Ein góður vinur, sum hevur búð í útlondum í drúgt skeið, ringdi í gjárkvøldið og spurdi, um tað veruliga var satt, at stjórnarbroytingar vóru framdar í Føroyum, sum høvdu tað við sær, at eingin kvinna sat í landsins stjórn.

 

Eitt sindur lotur mátti eg ásanna, at soleiðis var. Hann vildi illa trúgva mær og helt fyri, at soleiðis er støðan í Afghanistan í løtuni, eftir at Taliban aftur fekk valdið – frammanundan sótu hóast alt fýra kvinnur í stjórnarbygninginum í Kabul.

 

Áhugavert er í hesum sambandi at kanna, hvussu umboðanin kynjanna millum er í teimum londum, vit plaga at bera okkum saman við. Vit kunnu hyggja at tølunum í Norðurlondum um ársskiftið. Talan er um ríkisstjórnir í frælsum londum – annars um landsstýri ella ráð.

 

Tølini eru hesi:

 

Sámaland 4 kvinnur                          1 maður

 

Finnland   11 kvinnur                         8 menn       

 

Svøríki       12 kvinnur                         11 menn

 

Noreg         10 kvinnur                         9 menn

 

Grønland  5 kvinnur                           5 menn

 

Ísland         5 kvinnur                           7 menn

 

Danmark  6 kvinnur                           14 menn

 

Føroyar     eingin kvinna                    7 menn

 

Tølini fyri Sámaland eru úr norskum øki og galda fyri sámaráðið, sum sámatingið í Karasjok velur. Í tinginum eru 39 tingfólk, av teimum 15 kvinnur. Bæði í Svøríki og Finnlandi verða eisini vald sámating.

 

Í Grønlandi eru tølini frá 2021, tá ið nýtt landsstýri varð skipað. Onkrar broytingar eru farnar fram, men skeikla ikki tølini stórvegis.

 

Lagt kann verða aftrat, at í hesum londum/økjum eru kvinnur stjórnarleiðarar: Sámalandi, Finnlandi, Svøríki, Íslandi og Danmark.

 

- - -

 

Sum so havi eg einki at siga um nýggju landsstýrismenn Fólkafloksins – kenni hvørgan teirra.

 

Men tað má haldast at vera sera trongskygt, at tríggir føroyskir flokkar – við fleiri kvinnuligum valevnum til løgtingsval – ikki koma til ta niðurstøðu, nú landsins stýri verður umskipað, at best er, at bæði kyn eru umboðað í landsins stjórn.

 

Eg hefti meg við, at eitt av nýggju stjørnuskotunum hjá Fólkaflokkinum er 36 ára gamal maður.

 

Júst 36 ára gamal var Jóannes bóndi, tá ið hann yrkti kenda sangin, sum byrjar soleiðis:

 

 

 

“Tað frættist nú og fregnast um land og um bý,

 

at konufólkaøldin hon rennur so ný.

 

Um allan heimsins kring, um allan heimsins kring,

 

nú kemur várligt lot, nú verða konubrot.”

 

 

 

Og seinasta ørindið ljóðar:

 

 

 

“Tí siga allir Føroya menn, tit komið heil og sæl,

 

so eiðasørt vit ivast, at tit jú muna væl

 

at flyta Føroya tjóð, at flyta Føroya tjóð

 

á føgru framburðsleið, tað starv tit svíkja ei.”

 

Hetta var fyri 120 árum síðani, tá ið konufólk fingu atkvøðurætt til kommunuval.

 

Sanniliga hevur flokkurin, hann var við til at stovna í 1939, flutt seg nógv.

 

Nú, vit skriva 2022, er hann ramastur millum afurhaldsflokkar. Hann stuðlar fyrst og fremst  ríkmannastættini, legst á tilfeingi landsins og lutar tað út til tey fáu. Nevnir tú orðið samhaldsfesti, er tað sum at rætta hundi brand – og nú roynist hann eisini kvinnuhatskur.

 

Hetta landsstýrið ger so sanniliga Føroyum fyri skommum.

 

Árni Dahl