Í kvøld letur vindeygað aftur

Tað er í kvøld á midnátt, at føroyska flytingarvindeygað í fótbólti letur aftur.

Tað er í kvøld á midnátt, at føroyska flytingarvindeygað í fótbólti letur aftur.

Vanliga plagar at henda eitt sindur av hvørjum, tá flytingarvindeygað letur aftur, men sum skilst, verður hesa ferð talan um eitt heldur friðarligt kvøld.

 

Fyrr í summar ljóðaði annars, at Andy Olsen var á veg úr NSÍ, men sum skilst, verður framrættaði miðvallarin verandi í NSÍ.

 

Úr hinum feløgunum verður arbeitt friðarliga, og tað er ikki væntandi, at tann stóra flytingin verður í kvøld.

 

Tað einasta, ið ljóðar við vissu, er at AB fer at gera sáttmála við nýggja áleyparan, ið er til royndarvenjing. Umframt tað, so royndarvenur Ahmed Keita framvegis við Skála.

 

Tað ber til at fylgja við á in.fo alt kvøldið, um onkur føroysk flyting verður.