Tónleikatiltakið Voxbotn er í ár tveir konsertdagar, og í dag klokkan 15 verður fyrsta konsertin. Tá fer Fríði Sigmundsson at spæla.
Í kvøld verður Otto Knows høvuðsnavn, og útlendsk nøvn sum Maggie Reilly, Nathan Evens og Artigeardit & Lamin fara eisini at framføra.
Nógvir føroyski bólkar spæla eisini í kvøld – eitt nú Reiley, RSP, Páll Finnur Páll og ein føroyskur All Stars bólkur.
Frá klokkan 14 í dag verður barnaland á Vaglinum, har ymiskir aktivitetir vera, og Bubu fer at framføra.
Seinasta konsertin á ársins Voxbotn verður við Páll Finnur Páll klokkan 02 í nátt.