Ein kirkja í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus, varð í dag álopin av einum sjálvmorðsbumbumanni.
Tað sigur innanríkisráðið í landinum sambært Reuters.
Tann, sum er undir illgruna fyri illgerðini, var limur í bólkinum Islamiskur Statur, upplýsir innanríkisráðið.
Tvær trygdarkeldur siga við Reuters, at í minsta lagi 15 fólk doyðu í álopinum.
Tíðindastovan AFP skrivar sama deyðstalið.
/Ritzau/