Í minsta lagi 56 eru dripin í Gaza higartil í dag

Seinastu vikurnar eru fleiri hundrað palestinar dripnir av ísraelskum herfólki, meðan tey bíðaðu vid matveitingarstøð

Sambært verjuni í Gazageiranum hava í minsta lagi 56 palestinar latið lív í dag.

 

Sambært talsmanninum, Mahmud Bassal, bíðaðu seks av offrunum eftir at fáa mat á ymiskum støðum.

 

Seinastu vikurnar eru fleiri hundrað palestinar dripnir av ísraelskum herfólki, meðan tey bíðaðu vid matveitingarstøð.

 

Hetta veit tídindastovan NTB at siga í dag.