Í skrivandi løtu er alt sum vanligt í Vági, fremstu nýggjársbygd Føroya, og fyrireikingar til nýggjárshald ganga sum vant, og fleiri grannaløg hava havt smá bál og kyndlagongu.
Fleiri staðni kring landið eru haldini avlýst vegna veður, í hvussu er partvís, so at kyndlagonga og bál kanska verður av ongum, og aðrastaðni hava tey havt haldið í gjár.
Sum vant, so er báturin, ið ætlandi skal brennast í Vági, vakurt prýddur. Og aftur í ár hava Jakob Skaaning og hansara fólk gjørt nógv burturúr, so báturin nú er eitt satt listaverk, sum tað sæst á myndini.










