ÍBLÁSTUR OG ANDRÓÐUR

Jógvan Isaksen skrivar um, hvussu skaldsøgan Barbara varð til

Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaði alt sítt lív, men hann stýrdi ikki eina beina skaldskaparkós. Christian Matras og hann gingu á Sorø um somu tíð, og Christian fortelur, at Jørgen-Frantz skrivaði smáar leikir í ørindum til skúlablaðið »Minerva«. Heilt burturvið hava hesir ikki verið, tí hann sigur somuleiðis, at tá ið gamlir næmingar hittast, dettur orðið ofta á leikirnar hjá Jørgen-Frantz. Hinvegin vil Christian Matras vera við, at vinmaðurin ikki hevði tann stóra alskin til fagrar bókmentir. Honum dámdi einstakar høvundar - Knut Hamsun og Anatole France - men annars legði hann lítið í skaldskap. Av donskum høvundum vóru tað bara Johannes V. Jensen og I.P. Jacobsen hann bríggjaði seg um. Yrkingar høvdu í skúlatíðini ongan áhuga.

Jørgen-Frantz Jacobsen fór til Keypmannahavnar eitt ár undan Christiani Matras, og hesin sigur frá, hvussu bilsin hann gjørdist, tá ið tað á Sorø Akademi frættist, at Jørgen-Frantz var farin at skriva yrkingar. Hann heldur kortini, at talið man ikki hava verið stórt og sigur seg bara vita um tær báðar, sum vórðu prentaðar í danska tíðarritinum »Tilskueren« í 1921. Hesar týddi Christian so sjálvur til føroyskt og tær komu í hondskrivaða blaðið hjá Føroyska Studentafelagnum.

Í 1920 búðu bæði Jørgen-Frantz Jacobsen og Christian Matras á Garði (Regensen) í Keypmannahavn, og Christian heldur seg minnast, at Jørgen-Frantz hetta skeið tókst við bókmentir við stórum álvara, men at tað ikki vardi so leingi. Í fríløtum helt hann fram við at skriva, men hvørki hann sjálvur ella vinmenninir høvdu nakað serligt álit á hansara evnum á hesum øki. Teir hildu hann vera alt ov vitbornan til at framleiða skapandi list, í staðin kundi hann gerast kritikari ella vísindamaður. Teir mettu hann ov subjektivan á tí bókmentaliga økinum.

Kortini tókst Jørgen-Frantz í tjúgunum við skriving av ymiskum slag, og hann skrivaði brot av fleiri skaldsøgum, m.a. um Østrøm-skeiðið og um munkatíðina í Kirkjubø. Men í 1922 gjørdi hann sær tað grein, at hann vildi arbeiða fyri Føroyum - og um somu tíð gjørdist hann sjúkur av tuberklum.

Jørgen-Frantz Jacobsen vildi vera partur av tí føroyska tjóðskaparstríðnum, og hann gjørdist ein sjálvsagdur talsmaður fyri føroyskum sjónarmiðum mótvegis tí danska almenninginum. Frá 1925 til 1937 skrivaði hann eina røð av kronikkum í Politiken, og teir alraflestu snúgva seg um føroysk viðurskiftir. Somuleiðis gav hann í 1927 út bókina »Danmark og Færøerne«, sum er eitt framúr íkast til kjakið um viðurskiftini ímillum londini bæði. Í tjúgunum gjørdist hann leysur medarbeiðari á Politiken og frá 1932 til 1934 arbeiddi hann fast fyri blaðið. Men alla tíðina forðaðu nýggj herindi av tí herviligu sjúkuni, at hann fekk avrikið tað, hann fegin vildi. Í 1934, meðan hann lá á Vejlefjord Sanatorium, fór hann undir skaldsøguna »Barbara«.


Brævaskiftið við skyldmannin

William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaðu sínámillum frá 1918 og líka til Jørgen-Frantz doyði í 1938. William Heinesen nevnir í úrvalinum »Dýrmæta lív« (Det dyrebare liv 1958), at rúgvan av brøvum frá skyldmanninum er einar 1500 tættskrivaðar kvartsíður. Hetta er tað sama sum einar fimm-seks miðal skaldsøgur! Í hesum brøvum verða lestur og skriving ofta umrødd, men eisini her verður tikið upp á tungu, um hann - Jørgen-Frantz - tekur skaldskap í álvara. Í mai 1929 skrivar hann - kanska eitt sindur trútin:

»Tú tosaði eina ferð um leti hjá mær viðvíkjandi bókmentum. Í summum lutum er hetta rætt, í summum órætt. Eg havi lisið bæði Goethe, Moliére, Voltaire, Corneille og Anatole France, og heldur tú, at tað er komið inn í annað oyrað og út aftur úr hinum (og tað manst tú halda?), so fert tú skeivur« (Føroyskað hevur Chr. Matras).

Tað nervar hann greidliga eitt vet, at hann veit, at William og Christian ikki halda stórvegis um hann sum bókmentamann. Og hann leggur aftrat: »Sum sagt, eg havi lisið ikki so lítið av fronskum bókmentum. Mangt havi eg lisið tí tað var skylda mín, lestursins vegna (Corneille), men annað hevur av sonnum glett meg, ikki minst Voltaire og Anatole France«.

Í einari samrøðu við Bjarne Nielsen Brovst meira enn hálvtrýss ár seinni sigur William Heinesen um sama evni: »Mínum yrkingum sýndi hann ikki stóran ans. Tá ið samanum kemur, var hann ikki ein ágrýtin lesari av bókmentum, soleiðis sum eg og Christian Matras vóru tað. Jørgen-Frantz vildi vera við, at hann var andaliga sjálvhjálpin«.

Heilt einki hevði Jørgen-Frantz Jacobsen kortini ikki lisið, og hann tókst eisini við so nógv annað enn skaldskap. Í 1929 ger hann hesa niðurstøðu: »Bókmentir eru minni enn so nøkur heiðurstráan hjá mær, sum skal vera søgufrøðingur og politikari (um umstøðurnar loyva tað)«.

Maximurnar hjá franska rationalistinum La Rochefoucauld vóru sum ein Bíblia fyri Jørgen-Frantz, og hann vísir í heilum til hesar:

»Tað, sum mær dámar hjá La Rochefoucauld, er so, sum skilst, hansara óprýdda sannføri, hansara fíggindaskapur móti øllum ófrískum vanahugsanum um deyða, mérite og herdirvi, hetta heskna móteitrið móti errinskapi og erpni, hetta vakna fyrivarnið til ikki at lata seg lumpa, at liva við dreymsjónir, at ganga, andliga meint, við spjaldri á baki, sum øll uttan ein sjálvur hava lisið, og sum hetta er skrivað á: hesin maðurin er av sonnum eitt narr«.

Niðurstøðan hjá La Rochefoucauld er, at sama ger, hvussu vit pynta okkum við vøkrum grundgevingum fyri hesum ella hasum, aftan fyri býr altíð okkara egna fáfongd. Júst hetta er ein aðallindin í skaldsøguni »Barbara«.

Fyrstu ferð Jørgen-Frantz Jacobsen nevnir, at hann umhugsar at fara undir eitt skaldaverk er í brævi frá 10.- 11. dec. 1933. Hann hevur verið saman við Otto Gelsted, og hesin hevur biðið hann lova sær, at fara í holt skaldsøguna longu í morgin. Men Jørgen-Frantz er í iva: »Skal eg skriva ta bókina? Tað er ikki so lættført. Eg havi hvørki hegnislag ella skapandi hugflog til at birta í eina søgugongd. Mítt hugflog er lýriskt, ikki episkt ella dramatiskt. Tað er lítið fyri hjá mær at klamsa saman nakrar náttúrulýsingar. Men tað er ikki tað«.

Í tí nevndu samrøðuni við Bjarne Nielsen Brovst sigur William Heinesen, at tað er sjúkan sum ger, at Jørgen-Frantz sleppur blaðmannayrkinum. Stóran part av tíðini lá hann á song, og tí gjørdist fiktiónin meiri sjálvsøgd. Kortini sigur William seg vera blivnan líka bilsnan sum Christian Matras, tá ið hann frættir, at vinmaðurin ætlar sær undir eina skaldsøgu. Men bæði hann og Christian Matras royna at koyra undir Jørgen-Frantz, tí teir skilja á lagnum, at hann kennir seg ótryggan í hesum samanhangi.

Men enn ivast hann, hóast hann sigur frá, at fyrsta kveikingin kom av »vetrarhásum másum á Peblingesøen. Eg hugsaði mær bókina at byrja ein summarmorgun kl.3-4 úti á Reyni við másagólan. Víst er tað kortini ikki, minni enn so, at eg fari undir skaldsøguna nú. Kanska er meira skil í fyrst at skriva ein doktaradisputáts«.

Tað stendur honum nevniliga í boði fyri góða løn at skriva søguna hjá monopolhandlinum í Grønlandi, men - sum William Heinesen greiðir frá - er hetta einastu ferð, at Jørgen-Frantz nevnir sína uppgávu. Tankarnir hjá honum vóru heilt aðrastaðni. Nevniliga hjá henni sum gjørdist fyrimyndin til Barbaru í skaldsøguni.


Estrid

Á sumri 1921 vitjaðu systrarnar Marie og Estrid saman við mammuni Thoru Føroyar. Thora var abbadóttir gamla Restorff og fyri ein part uppvaksin í Havnini. Mamma William Heinesen var eisini av Restorff-ættini, og sostatt vóru William og gestirnir slekt. Ta tíðina William Heinesen hevði gingið á handilsskúla í Keypmannahavn, hevði hann eisini fleiri ferðir hitt móður og døtur. Og nú gleddu bæði William og Jørgen-Frantz seg ómetaliga at taka sær av teimum næstan javnaldrandi systrunum - Marie var fødd í 1902 og Estrid í 1904. Tær vóru nevniliga vakrar - serliga Marie - og sjarmerandi - serliga Estrid - og hartil rættar verðinsdamur, sum høvdu sæð fittan part av heiminum.

William Heinesen fortelur í brævi frá apríl 1977 til Estrid Bannister Good - soleiðis eitur hon nú - at hann sjálvur sveimaði eitt sindur fyri systrunum báðum, men at tað ikki bleiv til meiri enn tað sama. Hvat viðvíkti Jørgen-Frantz var søgan ein onnur:

»...ja, at hann hitti teg gjørdist hartil fatalt, og hansara veikleiki fyri tær ein stak týdningarmikil partur av hansara lívs innihaldi - sum skjótt øll verðin veit. Tú bleivst ikki tann burturav einasta kvinnan í hansara lívi, tí tað var ein røð av øðrum frá ymiskum sanatorum og kurstøðum, men tú bleivst tann avgerandi. Hann bleiv ongantíð móður av at tosa og mølma um teg og royna at ætla um og lýsa teg. Ikki altíð uttan atfinningar, tí viðhvørt tá ið hann, ikki uttan grund, føldi seg vrakaðan, gjørdi hann ágrýtnar royndir at minka um teg, tó altíð til fánýtis, tí tín sess á fremsta rað í hansara hjarta kundi einki vika«.

Í 1922 giftist Estrid tí eingilska handilsmanninum Don Bannister, men í 1928 er hon fráskild og aftur í Danmark. Jørgen-Frantz roynir at liggja framvið, men hennara hugur stendur til sterkar og múgvandi menn, hóast hon fegin vil vera vinur Jørgen-Frantz. Í 1934 hevur hann fingið eina íbúð í Klampenborg, og hon hjálpir honum at innrætta hana. Dreymurin hjá honum er, at tey saman skulu búgva í íbúðini, men aftur kemur sjúkan tvørt fyri.

Jørgen-Frantz verður innlagdur á Vejlefjord Sanatorium, og Estrid vitjar hann í 12 dagar og roynir at stuðla, har hon kann. Hann skal vera liggjandi eina drúgva tíð og tískil tekur Estrid yvir íbúðina í Klampenborg. Um Estrid skrivar hann til William Heinesen: »Tær dámar tað kanska ikki rættiliga, men kanska hevur tú eitt sindur av samhuga við støðuna, tá ið tú í huganum tekur aftur í minnið um 1921. Barbara hevur somu ríkjandi rødd sum tá. Og nett somu eyguni. Hon er av Mozart«.

Men meðan Jørgen-Frantz Jacobsen fær viðgerð á Vejlefjord finnir Estrid sær sjálvari lík ein nýggjan mann. Í sambandi við eina kanning ger Jørgen-Frantz eina stutta ferð til Keypmannahavn, og hann støkkur eisini inn á gólvið hjá Estrid, at vita hvussu stendur til. Har stendur væl til, nýggi maðurin er fluttur inn í íbúðina í Klampenborg. Sambært William Heinesen angrar Estrid og fer aftan á Jørgen-Frantz til Vejlefjord, har hon steðgar í tríggjar dagar.

Í brævi til vinmannin frá heystinum 1934 sigur Jørgen-Frantz Jacobsen seg vera greiðan yvir, at einki er at gera: »31. aug. kom Barbara yvir higar at greiða frá støðuni, og í gjár fór hon avstað aftur. Tað vikast ikki, at nú eigur annar maður hana, eg hevði frammanundan tikið av sum beyðst, eg havi jú ongan rætt at krevja hjá henni«. Sama brævið endar: »Ætlanin eg áður havi havt um at skriva eina skaldsøgu um Beintu í søgnini fekk aftan á tað sum her fór fram eina skúgvan framá«.

Og 2. oktober 1937 tekur hann samanum, hvussu Estrid hevur ávirkað hann og bókina: »Nei, mínum mozartska lívssýni skalt tú dekan fari einki stúra fyri. Eitt gamalt egocentriskt konsoliderð firma í anda, hugflogi og søgu fer ikki av knóranum av eini damu sum Barbaru. Ein góð transaktión hevur hon verið, sum hevur givið nógvan poetiskan umsetning. Eg havi enntá liggjandi á goymslu avlop, sum eg vóni framvegis at vera kurant. Men hetta er ein spurningur um mínar gávur, ikki um hvørt Barbara er hjá ella frá«.


Skaldsøgan

William Heinesen hevur fleiri ferðir sagt frá, at arbeiðslagið hjá Jørgen-Frantz Jacobsen kravdi føðslu úr veruleikanum, og um persónarnar í »Barbaru« sigur hann, at teir eru allir teknaðir eftir livandi fyrimynd, »og Barbara sjálv er sum vitiligt einki undantak«. Men leggur hann aftrat: »Annars er ónýtt at seta báðar Barbarurnar, veruleikans frá tjúgu og tríati árunum og hana í søguni, hvørja upp móti aðrari - tað ber ikki til at skilja tær sundur, kvinnumyndin í søguni er í hvørjum bragdi tikin úr veruleikanum«.

Nú hevði Jørgen-Frantz Jacobsen tilfarið, men hvussu fór leikur í hesi skriving? So seint sum 25. september 1934 hevur tað ikki enn rættiliga borið við William Heinesen, at vinmaðurin er farin undir eina skaldsøgu: »Viðvíkjandi skaldsøguni hjá tær, so kom tað mær ikki til hugs, at tú vart farin undir hesa skaldsøgu. Álvaratos so trúði eg, at tað snúði seg um meir og minni leysar ætlanir, sum tú møguliga einaferð, tá ið høvi beyðst fórt at hugsa um at seta í verk«. Hann leggur tó aftrat, at hann veit, at Jørgen-Frantz ikki letur seg kúga av lagnunar svikaráðum, men í staðin savnar bæði pínu og royndir í eina søgugongd: »Og tað, skilji eg altso nú, evnið er hesa ferð skaldsøgan um Beintu. Lagnan hevur latið tær tilfarið, latið tær psykologiina hjá høvðuspersónunum«.

Í brævi frá 20/10 1934 sigur Jørgen-Frantz seg vera likamliga linan, men í andaligum ódnarstormi: »Einastu ráðini til at koma sær uppundan aftur er skaldsøgan. Men eisini hon krevur bæði nervar og megi«. Og hann biðjur William Heinesen senda Tinganesi »eitt blítt eygnakast. Tað er har skaldsøgan er um at taka seg upp - í vindgosinum uttan av havi, aftur við tónunum hjá Rameau og Couperin-le-Grand, skelvandi sálmasongi og uppressandi gavottum. Á, hann sum orkaði at leika seg mettan í síni øði!«

Jørgen-Frantz Jacobsen er nú rættiliga komin í gongd við skrivingina, og tað er púra greitt, at hann roynir at skriva seg ígjøgnum og leysan av øllum kenslum, sum Estrid vekir í honum. Hann veit, hvør drívkraftin er, og sigur, at sálin tíggjar sær »sum ein skáldað apa!« Upp á sín egna retoriska spurning, hvat hetta er fyri nakað, svarar hann: »Tykni, særdur stoltleiki, vónbrot, saknur og ein fittlig stór rúgva av púra banalum egoistiskum fyribrigdum. Men fyri tað er pínan tann sama«.

3. januar 1935 skrivar Jørgen-Frantz til William: »Mítt listarliga mál er at flyta menniskjað Estrid yvir í 18. øld í Føroyum. Eg havi skrivað trý kapittul í Clair-obscur á Reyni og Tinganesi. Søgugongdin er lænt frá søgnini um Beintu, men tað er eingin roynd at endurskapa tær veruligu hendingar ella ta søguligu Beintu«.

Eftir eina lítið hugaliga skurðviðgerð skrivar Jørgen-Frantz Jacobsen tann 20/2 1935 til William Heinesen: »Men annars vil eg ikki doyggja, bæði fyri móður mínar sakir, og tí at eg eisini fegin vildi sæð útgongdina á míni lívsfúsu bók, sum er bygd á tað stóra menniskjaliga temað Fáfongd«.

Tað gongur stútt framá við skaldsøguni, hóast sjúkan javnan forðar honum í at arbeiða. 26. februar 1936 skrivar hann til William Heinesen, at Christian Matras hevur lisið tey skrivaðu kapitlini út í eitt fyri konuni, og at hetta er tekin um, at bókin fangar.

Til Christian Matras skrivar hann 20. august 1937: »Eg havi nú leingi hvønn dag ivast, antin eg skuldi skriva bræv til tín ella eina síðu av Barbarubókini. Og Barba (bókin) hevur higartil vunnið! Eg havi so mikið útróðrarblóð í mær, at eg ikki gjarna liggi ein dag av mær, tá líkindi annars eru tolulig. (...)

Tú skilir meg altso, síggi eg av øllum brøgdum: at tað ikki einans er eina søgu eg vil skriva, ikki heldur einans eina mynd eg vil geva av Føroyum, men eina djúpa lívskenslu eg vil royna at fáa fram, ja at endanum kanska eina tøkk til lívið eg vil siga. Um hetta innasta endamálið kann náast, er kanska ein stórur spurningur, men einki kann gleða meg meira enn at frætta, at Tú hómar eitt perspektiv. Uttan perspektivið verður bókin einans hálv. (...)

Ein sterkur drykkur er lívið, í góðum og illum mennandi fyri tann, ið ikki fær ilt fyri hjartað av at drekka hann. Hetta skuldi verið perspektivið, eitt sindur banalt kanska, men alt sum skal hava alment gildi er á tromini av tí banala. Høvuðssakin er, hvussu tað verður ført fram«.

Tað komandi tíðina er tað skiftandi sum hann boðar vinfólkunum frá. Aðruhvørja ferð gongur tað væl framá, og aðruhvørja ferð fær hann einki gjørt vegna sjúku, ella tí at hann hevur mist áhugan fyri bókini: »Tað tvørliga er, at Barbara nú er farin at vera mær so undarliga óavvarðandi, er ikki í leikinum longur. Men tá ið ein bara nóg mikið »tries and tries again« man fara at bera til at øsa seg upp«. Soleiðis skrivar hann í juli 1937, og eitt hálvt ár seinni í januar 1938 er søgan tann sama: »Tað versta er bert tað at eg tími ikki longur at skriva hesa bókina. Mundi hetta kunnað komið av tí at sál mín hevur vent sær frá Barbaru? Ringt skil. Eg má royna at øsa meg eitt sindur upp aftur í listar halga navni«.

Tað er púra liðugt millum Jørgen-Frantz og Estrid og harvið hvørvur ein partur av ákoyringini at skriva bókina, men sambært William Heinesen tekur listin yvir: »...tann livandi Barbara bliknaði, og fyrimyndin fánaði burtur, tann skaldsliga Barbara yvirtók pallin, og á hesa skaldsligu Barbaru legði hann nú allan sín kærleika«.

William Heinesen ger annars vart við, at Barbara ikki bara hevur havt eina einstaka fyrimynd, men at høvundurin hevur drigið fleiri upplivingar uppí: »Hann bleiv ógvuliga forelskaður í eini kvinnu og hon spælir avgjørt eisini ein leiklut í myndini av Barbu - nettupp teir vøkru miðpartarnir í skaldsøguni«.

Nú gongur tað eina tíð framá við skrivingini, og Jørgen-Frantz hevur góðar vónir um at gera bókina lidna. 15. februar 1938 boðar hann Williami frá: »Og so, mín harri, eru bert eftir teir tveir triðingarnir í mykineskapitlinum, og so tey trý endakapitlini.

Í sama brævi skrivar hann, at tað eisini eru onnur viðurskiftir hann kundi hugsa sær at havt á munni: »M.a. spurningurin um meg sjálvan sum skald. Harragud William, nú hevur tú kent meg í 37 ár (rødd sum Tom) og kortini er tað ikki fyrr enn stutt síðani riva fyri tær, at eg var skald...«

Hetta gjørdist tað seinasta brævið til vinmannin. Jørgen-Frantz Jacobsen doyði tann 24. mars 1938, og sostatt náddi hann ikki at gera skaldsøguna hjá sær lidna.


Útgáva

Vanligast man vera at skriva eina skaldsøgu úr enda í annan, tvs. tú skrivar fyrsta kapittul fyrst og seinasta kapittul seinast - í hvussu er so nøkulunda. Men í »Barbarus« føri eru kapitlini skrivað hvørt um annað, og tey eru síðani hvørt í sínum lagi - hóast tað bara fanst tað eina eintakið - send til vinfólk at meta um. Fyrst og fremst til William Heinesen og Christian Matras, men eisini til Trónd Olsen og danskaran Peter Stavnstrup. So tað má sigast at vera ein guds lukka, at handritið er til í heilum líki.

Christian Matras fór á Gyldendals forlag við handritinum, men synd er at siga, at ráðgevin Paul la Cour var ovurfegin, hóast hann eisini helt ymiskt gott vera í skaldsøguni. Ein atfinning var, at bókin var ikki nýskapandi, ein onnur - og kanska tann týdningarmiklasta - var, at bókin var ikki liðug.

Nú verður handritið sent til William Heinesen, sum tettar nøkur glopp og skrivar alt inn á maskinu. Í eini samrøðu vil hann vera við, at tað var júst tí at handritið var so ringt at lesa - tað var á tremur av útstrikingum og uppískoytum - at Gyldendal hevði víst tað frá sær. Hann fortelur somuleiðis, at: »Tá ið Jørgen-Frantz Jacobsen var deyður, bleiv eg biðin um at gera ein enda - tað haldi eg, at eg tori at opinbera í dag -, men eg tordi ikki. Og í dag eri eg fegin um, at eg ikki gjørdi tað. Skaldsøgan hevur klárað seg við tí endanum, sum Jørgen-Frantz sjálvur skrivaði«.

Hesum á baki fortelur William Heinesen: »Annars hendi tað vitleysa, at Valdemar Koppel á Politiken hevði fingið hugskotið, at rithøvundurin Palle Rosenkrantz skuldi skriva bókina um. Hetta bleiv - lova Harranum! - lukkutíð ikki til nakað«.

Tað rættaða og innskrivaða handritið verður sent Gyldendal, og nú er viðvent í holuni. Aftur hesaferð er tað Paul la Cour: »William Heinesen hevur arbeitt ígjøgnum handritið sum lá eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, skrivað eitt ógvuliga vakurt fororð og á ein ómetaligan góðan og neutralan hátt fylt út tað ógvuliga nervandi gloppið ímóti endanum. Ein enda hevur hann harafturímóti ikki kunnað veitt skaldsøguni. Enn endar hon opið, men við teimum smáu sneiðingunum, sum eru farnar fram, við titlinum, sum veruliga ger tað til eina skaldsøgu um Barbaru og leggur allan dent á hana, hevur skaldsøgan hóast alt fingið eina avrundan, sum tað ber til at verja« (5/3 1939).

Viðvíkjandi titlinum, so hevði Jørgen-Frantz Jacobsen eitt skifti í hyggju at geva skaldsøguni heitið »Far, verøld, far væl« eftir sálminum hjá Thomas Kingo, sum hevur so stóran leiklut í bókini. Men hann helt, »at hesin tittulin var ov átrokandi, ov langtandi«. Í brævaskiftinum sínámillum kallaðu Jørgen-Frantz og William aloftast bókina fyri Barbaru ella Barbubók, so tað var rættiliga líkatil at navngeva skaldsøguna.

»Barbara« kom út tann 6. september 1939 og fekk eina framúr móttøku frá bæði ummælarum og lesarum. Útgávumánaðin bleiv hon prentað í 4 ferðir 2.000 eintøkum, restina av árinum í 3 ferðir 4.000 eintøkum, og bara á donskum er hon komin í væl omanfyri 200.000 eintøkum. Sostatt er »Barbara« ein av mest seldu skaldsøgum í Danmark yvirhøvur.