Íbúðarneyð í Havn í meira enn 50 ár

Um onkur heldur, at tað er ein nýskaptur trupulleiki hjá dagsins býráð, so er tað ikki júst so. Tað er og hevur verið ein støðugur trupulleiki – sum eingin tykist fáa bilbugd við

Fyri júst 50 árum síðani, tann 20. november í 1968, var íbúðarneyðin í Havn á forsíðuni á Sosialinum. Tað stundaði til býráðsval, og hest tí hevur Sosialurin valt at varpa ljós á hesi viðurskifti, sum blaðið helt vera eina sjálvsagda uppgávu hjá komandi býráð at loysa.

 

So um onkur heldur, at tað er ein nýskaptur trupulleiki hjá dagsins býráð, so er tað ikki júst so. Tað er og hevur verið ein støðugur trupulleiki – sum eingin tykist fáa bilbugd við.

 

Sosialurin skrivaði soleiðis 20. november í 1968:

 

»Íbúðarspurningurin má nú loysast

 

Tað er í dag tørvur á meira enn 100 íbúðum í Havnini. Harumframt koma tey, ið søkja kamar. Kommunan eigur skjótt ikki ein grønan blett í býnum sum nýtast kann til byggilendi

 

Nógv eru tey, ið verið hava fyri tí vanlagnu at verða noydd at leiga seg inn í ein vánaligan kjallara í býnum, har bæði kuldi og væta gera vart við seg á óhugnaligan hátt. Hetta kalla teir íbúðir, men er ikki annað enn væl gjøgnumumhugsaðir profittangandi køstar.

 

Hetta hevur í longri tíð verið einasta loysnin hjá ungum fólki, sum á fyrsta sinni seta føtur undir egið borð, og í hesum vána viðurskiftum veksur komandi ættarlið – Føroya framtíð – upp. Ætt eftir ætt, á sama hátt.

 

Hetta óskilið, sum eyðkent hevur høvuðsstaðin í longri tíð, má fáa ein enda.

 

Nærum øll fólk eru samd um hetta. Nógv verður tosað og skrivað. Ikki minst upp undir eitt býráðsval, men er skilið betri í dag? Tvørturímóti. Fólk í hópatali eru flutt til Havnar at søkja sær vinnu, og trotið á íbúðum er støðugt vaksandi.

 

At bøta um hesi viðurskifti er ein sjálvsøgd uppgáva hjá komandi býráð.«

 

Hendan dagin fyri 50 árum síðani fekk Javnaðarflokkurin eisini tveir nýggjar landsstýrismenn, tá Jákup Lindenskov og Villi Sørensen tóku við sum landsstýrismenn, eftir at Petur Mohr Dam, løgmaður, var deyður 12 dagar frammanundan.

 

Triðja søgan á forsíðuni hendan dagin var ein kvøða til skaldið Poul F., sum hevði fylt 70 ár tveir dagar frammanundan.