Íbúgvar í grønlendskari byrgd óttast risa ísfjall

Óttin hjá myndugleikunum er, at tað kann skapa ein flóðaldu, um ein partur av ísfjallinum brotnar

Óttin hjá myndugleikunum er, at tað kann skapa ein flóðaldu, um ein partur av ísfjallinum brotnar 

 

Eitt risa ísfjall er rikið á land uttan fyri bygdina Innaarsuit í Vesturgrønlandi. Teir 169 íbúgvarnir óttast, at ísfjallið kálvar – tað vil siga, at eitt stórt stykki skal brotna av.

 

– Fólkið í Innaarsuit er í hesum døgum ógvuliga óttafull um hetta stóra ísfjallið, sum er rikið á land við Innaarsuit, tí tað kann fáa ógvusligar avleiðingar, um tað kálvar, sigur bygdarráðsformaðurin, Karl Petersen, við Sermitsiaq.

 

Løgreglan heitir á fólk í tíðindaskrivi um at vera á varðhaldi. Óttast verður, at tað kann skapa eina flóðaldu, sigur Gideon Quist, politikommiserur.

 

Eisini hjá tilbúgvingini í Avannaata Kommunia óttast tey avleiðingarnar, um fjallið kálvar.

 

– Um fjallið kálvar, kann tað skapa eina flóðaldu, so tað ein álvarsom hóttan, sigur virkandi tilbúgvingarleiðari, Amos Petursson við Sermitsiaq.

 

Stykkið, sum kann detta á sjógv, er ein hóttan. Men ísfjøll koppa eisini ofta runt, tá tey kálva.

 

Tilbúgvingin er alla tíðina á varðhaldi, og um nøkur tekin eru til kálving, skulu íbúgvarnir í húsum á lægru økjunum í bygdini evakuerast.

 

Bygdarráðsformaðurin heldur tó ikki, at tað er nóg mikið. Hann vil hava, at ísfjallið skal flytast burtur, kanska við hjálp frá Arktisk Kommando.

 

– Eg vendi mær hervið til miðlarnar. Høvdu bara íbúgvar og vitjandi í Innaarsuit, sum eru óttafull, fingið ta hjálp, teimum tørvar, í hesi álvarsomu støðuni, sigur Karl Petersen.

 

17. juni í fjør varð bygdin Nuugaatsiaq við Uummannaq rakt av eini flóðaldu, sum kom orsakað av einum skriðulopi.

 

Fýra fólk doyðu, 11 vórðu særd, og fleiri hús vórðu skolað í havið. Bæði Nuugaatsiaq og grannabygdin Illorsuit eru manntómar í dag, tá myndugleikarnir óttast enn eitt skriðulop.

 

 

/ritzau/