ÍBV tapti greitt fyri oddaliðnum

Fridrikka Clementsen og liðfelagarnir eru fjórðfremst

Mánakvøldið spældu Fridrikka Clementsen og liðfelagarnir í ÍBV dyst á Hásteinnsvøllinum í Heimey móti oddaliðnum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, Breiðablik.

 

Tað vóru bert leiktir 23 minuttir av dystinum, tá hevði Breiðablik lagt seg á odda 3-0. Fleiri mál komu ikki í dystinum. Í øllum dystinum hevði heimaliðið bert eitt skot innanfyri málrammurnar.

 

ÍBV er fjórðfremst í deildini við 14 stigum. Breiðablik er fremst við 21 stigum.

 

Komandi dystur hjá ÍBV er ikki fyrrenn 9. juli. Tá spæla tær á Víkingsvøllinum í Reykjavík móti Víkingi Reykjavík.