ÍBV var á odda 2-0 - men tapti 2-3

Fridrikka Clementsen og liðfelagarnir vóru fyri stórum vónbroti

Fridrikka Clementsen var við frá dystarbyrjan, tá ÍBV í dysti á heimavølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini var fyri stórum vónbroti.

 

Tá 12 minuttir vóru leiktir av dystinum millum ÍBV og Fram á Hásteinsvøllinum úti í Heimey høvdu Allison Patricia Clark og Allison Grace Lowrey lagt ÍBV á odda 2-0. Men Fram svaraði aftur eitt korter seinni, og tíðliga í seinna hálvleiki skoraði útiliðið tvær ferðir, og vann at enda dystin 3-2. 

 

ÍBV hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum. 

 

ÍBV er nummar trý í deildini við 27 stigum fyri 18 dystir.

 

Næst fyri hjá ÍBV er ovara endaspælið millum seks tey fremstu liðini í grundspælinum.