Í Eysturkommunu vænta tey ringt veður í vikuskiftinum.
Tí heita tey á sínar borgarar um at rudda ella binda fast alt tað, ið liggur leyst rundan um húsini.
Lagt verður aftrat, at tey, sum ikki megna hetta sjálvi, kunnu ringja til átaksleiðaran á tlf. 730112.
Hyggja vit eftir veðurforsagnunum hjá Veðurstovu Føroya fyri í dag, leygardagin, sunnudagin og mánadagin, verður sagt soleiðis um veðrið:
Fríggjadagin: Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Um kvøldið lot upp til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum grovir ælingar, skúrar. Um náttina frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.
Leygardagin: Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og kanska okkurt ælið. Um kvøldið gongur hann niður í útsynning og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um náttin gongur hann niður í sunnan, ádrigið og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.
Sunnudagin: Veksandi vindur av landsynningi, úr loti til frískt lot, 3 til 8 m/s, á morgni upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, seinnapartin. Samdrigið og sum frá líður samregn. Um kvøldið og náttina frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og samregn, í støðum nógv regn. Hitin 10 til 13 stig.
Mánadagin: Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s. Út á seinnapartin veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið sunnan, 15 til 20 m/s. Um kvøldið gongur hann vesturum og minkar vindin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Um náttina gongur hann upp í útnyrðing. Allan dagin skýggjað og regn. Hitin 7 til 11 stig.











