Í dag eru liðin 30 ár síðani 4.200 áskoðarar á Svangaskarði á Toftum sóu Toda Jónsson og Una Arge skjóta góð mál móti Andoni Zubizarreta.
Spania vann greitt 6-2 í HM-undankappingardystinum hendan dagin, men fólk fóru heim við einari góðari kenslu aftaná Føroyar høvdu skotið tvey mál.
Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Todi fangaði Andoni Zubizarreta á skeiva beininum og javnaði til 1-1. Tá var frøin ovurhonds stór. Men spanska liðið yvirvann skjótt skelkin og legði seg framum 6-1. Símun Eliasen og Uni Arge fingu tó síðsta orðið. Í yvirtíðini fann Símun hegnisliga Una við einari fríspæling, og Uni tók av, og skoraði trygt móti liðnum, sum seinni vann HM-gull í 2010 og í 2026.
Føroyar fingu í undankappingini 1996-1997 seks stig. Okkara vunnu tvær ferðir 2-1 á Malta.
Føroyar-Spania 2-6 (0-1)
- 0–1: Luis Enrique (37')
- 1–1: Todi Jónsson (46')
- 1–2: Alfonso Pérez (63')
- 1–3: sjálvmál (70')
- 1–4: Alfonso Pérez (84')
- 1–5: Fernando Hierro (85')
- 1–6: Alfonso Pérez (87')
- 2–6: Uni Arge (90+1')
Kelda: FaroeSoccer
HER ber til frá YouTube-rásini, Farerets at síggja málini frá HM-undankappingardystinum, ið var leiktur fyri júst 30 árum síðani. Frásøgumaður er Leivur Hansen hjá SVF:
##med2##











