Thomas Danielsen úr Venstre hevur gjørt av at leggja frá sær sum fólkatingsvalevni í Holstebrokredsinum.
Avgerðin kemur, eftir at hann hevur fingið harða atfinning frá lokalformanninum í Venstre í Holstebro í kjalarvørrinum á stríðnum um nýggju taðingarlógina.
– Eingin hevur gagn av einum fólkatingsvalevni, har álitið eyðsæð ikki er til staðar longur, sigur Thomas Danielsen við TV Midtvest.
Hann skal tí finna sær ein nýtt valdømi, um hann skal stilla upp aftur til næsta fólkatingsval.
Atfinningar eftir atkvøðugreiðslu
Ósemjan snýr seg um taðingarlógina, sum varð samtykt hósdagin.
Thomas Danielsen atkvøddi fyri lógini, hóast lokala bakland hansara mælti honum til at atkvøða ímóti.
Formaðurin í Venstre í Holstebro, Tom Bach Nielsen, kallaði hann millum annað "tonedøv", tí hann valdi at fylgja flokslinjuni.
Thomas Danielsen sigur, at viðferðin frá lokalafelagnum hevur tikið álitið burtur.
– Tá eg uttan at vera ringdur upp av mínum baklandi síggi, at tey alment kalla meg eyðkennandi nøvn, so er álitið burtur. Tá er betri, at vit fara hvør sína leið, sigur hann.
Røtur í Havn
Thomas Danielsen hevur føroyskar røtur.
Hann er hálvur føroyingur og sonur Martinu Nolsøe Danielsen, sum er dóttir Hallgerð og Knút Nolsøe, ið búðu í Dr. Dahlsgøtu í Havn.
Thomas Danielsen hevur sitið í Fólkatinginum fyri Venstre síðani 2011.
Frá 2022 til 2026 var hann danskur flutningsmálaráðharri í SVM-stjórnini. Í dag er hann næstformaður í fólkatingsbólkinum hjá Venstre og politiskur talsmaður í vinnu- og verjumálum.
Við avgerðini um at leggja frá sær sum valevni í Holstebro má hann nú finna ein nýtt valdømi, um hann framvegis skal vera valevni hjá Venstre til næsta fólkatingsval.









