Løgreglan sperrar langt vegastrekki vegna oljudálking

Løgreglan hevur nú valt at sperra landsvegin av Skála um Skálafjørð og Skipaneskrossin til avkoyringina til Syðrugøtu, meðan arbeitt verður við at rudda olju av vegnum.

Løgreglan hevur hert tiltøkini eftir, at olja varð staðfest á vegnum í Eysturoynni.

 

Vaktleiðarin sigur, at landsvegurin nú er heilt stongdur frá Skála, umvegis Skálafjørð og Skipaneskrossin og víðari til avkoyringina til Syðrugøtu.

 

Talan er um eitt rættiliga langt vegastrekki, og enn ber ikki til at siga, hvussu leingi arbeiðið fer at taka.

 

– Hetta er eitt rímiliga umfatandi arbeiði, og tí hava innsatsleiðararnir eisini kallað fleiri fólk út, sigur vaktleiðarin.

 

Fyribyrgja óhappi

 

Sambært løgregluni er einki ferðsluóhapp hent í sambandi við oljudálkingina.

 

Avgerðin um at steingja vegin er tikin fyri at fyribyrgja, at óhapp henda á sera hála vegastrekkinum.

 

– Hetta gera vit fyri at fyribyrgja. Vegurin er so hállur, at vit meta tað vera tryggast at stongja hann, sigur vaktleiðarin.

 

Landsverk og bjargingarfólk arbeiða nú við at fáa oljuna burtur av vegnum, men enn er ógreitt, nær vegurin kann latast upp aftur.

 

Løgreglan heitir á bilførarar um at virða avsperringarnar og velja aðrar leiðir, til boðað verður frá, at vegurin aftur er koyrandi.