Fastur táttur, síðani Ítróttaháskúlin í Suðuroynni byrjaði sítt virksemi í Vági fyri 10 árum síðani, hevur verið venjing saman við tylumanningini.
Til gagns fyri báðar partar hevur hetta verið afturvendandi táttur. Tyrlumanningin fær venjing, og næmingar á Ítróttaháskúlanum fáa ein spennandi avbjóðing, tá tey verða togaði upp í tyrluna, ið sveimar yvir langa brimgarðinum, ið verjir Vágsfjørð.
Í dag var løtan, har næmingar á heystskeiðinum 2026 sluppu at royna hesa avbjóðing.
##med2##
##med3##
Myndir; BJ













