Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, ein skrivligan fyrispurning um mvg á atgongumerkjum til mentanartiltøk.
Hon spyr, um landsstýrismaðurin heldur, at atgongumerki til sjónleik, konsertir og onnur listarlig tiltøk eiga at verða frítikin fyri meirvirðisgjaldi.
Samstundis vil hon hava at vita, hvat ein slík broyting hevði kostað landskassanum, og um landsstýrið hevur ætlanir um at leggja uppskot fram um mvg-frítøku.
Vísir á undantøk
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Hervør Pálsdóttir á, at føroyska mvg-lógin longu hevur fleiri undantøk.
Til dømis eru ítróttur og ítróttartiltøk undantikin meirvirðisgjaldi, og tað sama er ymiskt listarligt virksemi.
Hon heldur tó, at tað er ein mangul, at atgongumerki til sjónleik, konsertir og onnur mentanartiltøk framvegis eru mvg-skyldug.
– Fleiri, sum starvast og eru virkin í lista- og mentanarumhvørvinum í Føroyum, hava ferð eftir ferð víst á, at ein mvg-frítøka av atgongumerkjasølu hevði betrað munandi um støðuna, skrivar hon í viðmerkingunum.
Kjak um mvg
Fyrispurningurin kemur stutt eftir, at kjak hevur verið um mvg á vikubløðum.
Í svari til løgtingskvinnuna Astrið Breckmann segði Aksel V. Johannesen, at hann var sinnaður at hyggja nærri at mvg-reglunum á økinum og kanna møguleikarnar fyri broytingum.
Nú verður landsstýrismaðurin eisini biðin um at taka støðu til, um sama hugsan eigur at galda fyri mentanarlig tiltøk sum sjónleik og konsertir.











