Spælimenninir í Listastovuni

Tíðindaskriv:

 

Í kvøld, 4. september kl. 21.00, fáa vit vitjan av einum av royndastu fólkatónleikabólkunum í Føroyum, tá Spælimenninir fara á pall í Listastovuni.

 

Spælimenninir hava spælt kring landið síðan 1974 og hava sostatt meira enn hálva øld av tónleiki og samanspæli við sær. Síðan 1977 hava teir eisini ferðast nógv uttanlands – serliga í Evropa og USA – og eru helst millum teir føroysku bólkarnar, sum spældu mest uttanlands áðrenn aldarskiftið.

 

Tónleikurin er fjølbroyttur, lættur og undirhaldandi fólkatónleikur, borin fram av drúgvum royndum og einum samanspæli, sum er ment gjøgnum mong ár.

 

Spælimenninir eru:

Lars Kristensen – violin

Erling Olsen – violin

Kristian Blak – klaver

Charlie Pilzer – bass

 

Fríggjakvøldið 4. september kl. 21.00 í Listastovuni.