Løgreglan heitir á bilførarar um at vísa størsta varsemi á strekkinum frá Skálabotni til Leirvíkstunnilin, har olja er á vegnum.
Løgreglan ávarar um, at tað er sera hált og vandamikið at koyra á strekkinum av Skála til Skálabotn og frá Skálabotni umvegis Skipaneskrossin til Leirvíkstunnilin.
Sambært løgregluni er olja á vegnum allan vegin, og tí er vegurin serliga hálur.
Enn er ikki greitt, hvaðani oljan stavar. Løgreglan veit ikki, um talan er um ein leka frá einum tangabili ella um oljan kemur frá hydraulikkinum á einum akfari.
Arbeitt verður við at finna orsøkina, og løgreglan heitir á bilførarar um at koyra sera varisliga á strekkinum.









