Løgmaður skal nú svara fyri Jacob Vestergaard

Liljan Weihe spyr, um løgmaður heldur tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin boðar frá, at hann er til reiðar at geva tænastuboð, sum fyrisitingin hevur mett vera óheimilað.

Løgtingskvinnan vil hava at vita, um løgmaður heldur tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður boðar frá, at hann er til reiðar at geva tænastuboð, sum fyrisitingin hevur mett vera óheimilað

 

Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning um eftirlitið við landsstýrisfólki.

 

Fyrispurningurin er reistur í kjalarvørrinum á málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík.

 

Í svari frá 18. august upp á ein annan § 52a-fyrispurning kom fram, at fyrisitingin í Vinnumálaráðnum eftir neyva løgfrøðiliga meting hevði staðfest, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, ikki hevði heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum. Sambært svarinum vórðu tænastuboðini tí tikin aftur.

 

Kortini segði Jacob Vestergaard í sama svari, at hann var ósamdur við niðurstøðuni. Sambært Liljuni Weihe er landsstýrismaðurin eisini endurgivin í Degi & Viku 1. september fyri at siga, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð aftur, hóast fyrisitingin metir, at heimild ikki er fyri tí.

 

Spyr um eftirlitsskylduna

 

Liljan Weihe spyr tí løgmann tveir ítøkiligar spurningar:

 

  • Metir løgmaður tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður alment boðar frá, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð aftur, hóast fyrisitingin hevur mett tey vera óheimilað?
  • Hvørji ítøkilig stig hevur løgmaður tikið – ella fer hann at taka – sambært eftirlitsskylduni í stýrisskipanarlógini fyri at fáa greiðu á heimildarspurninginum og tryggja, at óheimilað tænastuboð ikki verða givin?

 

Reisir spurningar um rættartrygd

 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin skrivar Liljan Weihe, at málið reisir álvarsligar spurningar um rættartrygd og embætisførsluna hjá landsstýrismonnum.

 

Hon vísir á, at løgmaður sambært stýrisskipanarlógini hevur skyldu at hava eftirlit við, at landsstýrisfólk umsita sínar málsøkir á lógligan og fullgóðan hátt.