Í gjár doyði kenda grønlendska operasangarinnan Ida Heinrich. Hon doyði, eftir at hava stríðst við krabbasjúku í longri tíð.
Ida Heinrich gjørdist 39 ár, og familjan var um hana, tá hon doyði. Eftir hana sita tvey børn.
Ida Heinrich hevur havt undanvind á síni yrkisleið sum sangarinna, og í fjør fekk hon grønlendsku mentanarheiðurslønina, skrivar Sermitsiaq.
Meira kann lesast um Idu Heinrich her: https://sermitsiaq.ag/doedsfaldida-heinrich-faaet-fred