ÍF fær verjuleikara úr Klaksvík

Ætlanin er, at hann skal avloysa Høgna Zachariassen.

ÍF hevur leitað sær eftir nýggjum verjuleikara eftir at tað gjørdist greitt, at liðskiparin, Høgni Zachariassen, ikki verður við hópinum fyribils. Hesin er nú funnin.


Heimasíðan hjá ÍF skrivar, at avtala er gjørd við 18 ára gamla John Daniel Guðjónsson. Hann kemur úr KÍ, har hann hevur spælt við U18 og næstbesta liðnum.


- 18 ára gamli klaksvíkingurin hevur staðið seg somikið væl, at vit vildu ógvuliga fegin knýta hann at hópinum. Í hesum sambandi, og tá talan er um ungar leikarar, er ikki bara bara at skifta felag, men KÍ vísti gott samstarv, og vildi ikki stilla seg fyri leikaran og forða honum í at skifta til okkum. Vit eru glað fyri, at vit kundu fáa eina avtalu við KÍ um leikaran, skrivar heimasíðan hjá ÍF.


John Daniel Guðjónsson er skrásettur fyri ein dyst á U17-landsliðnum og fýra á U19-landsliðnum.