ÍF hevur gjørt tvey ára sáttmála við bæði 19 ára gamla Líggjas Heðinsson og 18 ára gamla Berg Jacobsen. Hetta er partur av eini tilgongd hjá ÍF at byggja upp á teir ungu spælararnar í felagnum.
- Líggjas hevur í ár víst sera góðan vilja, og hevur ment seg ótrúliga nógv. Hann er ein róligur spælari, við einum sermerktum vilja til at læra, skrivar ÍF um 19 ára gamla Líggjas Heðinsson.
Bergur Jacobsen hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála við ÍF. Avtalan er galdandi fyri tvey ár.
- Tað hevur í rúmað tíð verið sera áhugavert at fylgja menningini hjá Bergi. Og sum úrslit av sínum harða og miðvísa arbeiði, hevur hann eisini fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í ár. Hann er ein stríðsmaður um ein háls, og bakkar ikki fyri nøkrum, skrivar ÍF.
Tað er gongd í undirskriftunum í Fuglafirði. Fyribils hevur talan verið um ein nýggja fyrrverandi spælaran, Jákup Nolsøe Olsen, sum er komin aftur eftir eitt ár í útlegd á Skála, og Tórða Traðará, Jóhann Højbro og Markus á Lakjuni, sum hava longt sáttmálan.