ÍF hevur skift seks spælarar

Uros Stojanov er skaddur og verður ikki millum teir fyrstu ellivu í Klaksvík

KÍ, sum er ósigrað topplið, fær klokkan 15 vitjan av ÍF, sum hevur skift nógv fólk síðani 1-0 tapið í Sørvági mánakvøldið

Seks spælarar eru ikki tøkir hjá ÍF, sum nú fyrireikar seg at fara á vøllin í Klaksvík, har væl upplagda oddaliðið bíðar.

 

Hjá KÍ eru flestu spælararnir tøkir. Onkur er smáskaddur, og tá er eingin orsøk ikki at geva øðrum í breiða og góða hópinum møguleikan. Kristian Joensen var í gjárkvøldið í málinum hjá EB/Streymi, sum hevði leigað hann henda eina dystin.

 

Hjá ÍF eru seks spælarar ikki tøkir umframt málverjan Jákup Nolsøe Olsen, sum leingi hevur verið skaddur.

 

Mánakvøldið varð tað greitt, at fýra av lyklaspælarunum eru leikbannaðir ídag. Talan er um Jens Joensen og Jan Ó. Ellingsgaard, sum eru fastir miðverjar, og Karl Løkin og Boga Reinert Petersen, sum plaga at vera fastir menn á sentrala miðvøllinum.

 

Í vikuni vórðu tveir aðrar spælarar so mikið skaddir undir venjing, at teir ikki eru førir at vera millum teir fyrstu ellivu ídag. Annar er Sámal Joensen, sum er skaddur í knænum og ikki verður tøkur aftur fyrr enn eftir summarsteðgin. Hin er álopsspælarin Uros Stojanov, sum er skaddur í tjúkkanum. Hann er ikki førur fyri at vera millum teir fyrstu ellivu, men hann verður á beinkinum.

 

 

 

KÍ – ÍF kl. 15.00

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Lars Daniel Bjørkman – Árni Frederiksberg, Dani Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak – Claes Philip Kronberg, Bob Sumareh

 

ÍF: Martin Danielsen – Elias J. Lervig, Tóri Nolsøe Olsen, Steinbjørn Olsen, Ólavur Niclasen – Pól Jákup Lundsbjerg, Emil Weihe Joensen, Ari Ó. Ellingsgaard, Hans Jákup J. Lervig – Gundur E. Petersen Filip Djordjevic  

 

KÍ, sum er ósigrað topplið, fær klokkan 15 vitjan av ÍF, sum hevur skift nógv fólk síðani 1-0 tapið í Sørvági mánakvøldið