ÍF hyggur uppeftir

B68 tykist longu vera flutt niður, og enn roynir ÍF at hanga í miðfeltinum

Tað tykist longu vera ein staðfesting, at B68 ikki spælir í Effo-deildini í 2015. Tí er einki at siga til, at ÍF eru favorittar í dag, og eingin ivi er um, at heimafólkið krevur ein sigur í Fuglafirði.

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá ÍF í ár, og teir hava mest sum mist europisku sessirnar úr eygsjón. Møguleikin er framvegis til staðar, men tá er kravið, at fuglfirðingarnir vinna allar sínar dystir.

Hjá ÍF eru Poul N. Mikkelsen og Fritleif í Lambanum smáskaddir, men roknað verður við, at teir spæla kortini. Hjá B68 eru allir mans tøkir.

Dysturin í Fuglafirði byrjar klokkan 15, og har er Petur Reinert dómari.