If it ain’t broken, don’t fix it!

Hvør skal so spæla tónleik fyri okkum? spurdi ein genta í sjeynda flokki, tá ið tað gekk upp fyri henni, at tónleikabreyt ikki verður á Komunuskúlanum komandi ár!

Vit hava á Kommunuskúlanum eitt tónleikatilboð til ungdómin, sum fungerar væl. Fleiri av bólkunum og tónleikarunum, sum í dag teljast millum okkara fremstu, hava sín uppruna í tónleikastovuni á Kommunuskúlanum.
Fyrimunurin við at hava breytir á fleiri skúlum er m. a., at næmingarnir sleppa at fara út á skúlarnar og spæla konsertir fyri hvørjum øðrum, og tað er jú spennandi at fara á konsertferð!
Og eisini er tað spennandi at hitta hvønn annan til eitt serligt høvi.
Tað er altíð gott at hava onkran at síggja upp til – hevur man eina tónleikabreyt á hvørjum skúla, eggjar man teimum yngru til at byrja at spæla og ikki minst halda áfram. Tað ger, at tey yngri fara eisini at gleða seg til at fara í 10inda flokk!
Eitt avtrat við at hava tónleikabreytir á hvørjum skúla er, at man kann hava fleiri konsertir ígjøgnum árið, enn man vildi, um allar breytirnar vóru samlaðar á einum stað. Tað er skjótt at stilla instrumentini upp og spæla tildømis í framhaldi av morgunsanginum, og eftir hettar kann mann náa at hava undirvísing víðari tann sama dagin.
Man sær tað aftur í londunum rundan um okkum, at jú størri tingini verða gjørd, minni persónlig blíva tey, og ger man tingini ov stór er lættari at missa intensitetin. Í tónleiki og sum í øllum ørðum er tað umráðandi at halda spenningin og gleðina koyrandi!