ÍF koppaði meistarunum

At B36 tapti í Fuglafirði ber við sær, at tað eru 4 stig frá NSÍ og aftur til B36, 6 til HB og 7 til Víking, sum í evstu løtu javnaði í Trongisvági

Tað var stórur dramatikkur í fínu fótbóltslíkindunum kring landið í dag. Tvey av liðunum, sum ikki hava verið serliga sannførandi í fyrstu umførunum, vunnu fulla úrtøku á heimavølli.

 

Serliga søtur var 3-1 sigurin hjá ÍF ímóti meistarunum í B36. Eftir málleysan og deydligan fyrra hálvleik eksploderaði tað orduliga eftir steðgin. Andy Olsen legði við fluktara ÍF framum, men B36 svaraði beinanvegin aftur, tá ið metmaðurin Jákup á Borg javnaði við beinleiðis frísparki. Dánjal á Lakjuni hevði bara verið á vøllinum í nøkur sekund, tá ið hann trillaði bóltin í tóma B36 málið. Innskifti Ari Ó. Ellingsgaard spældi hann sera ósjálvsøkið leysan. Í B36 álopinum var lítil broddur, og tá ið ÍF økti um leiðsluna var tað greitt, at meistararnir einki fóru at fáa burturúr. Høgri vongverjin hjá ÍF, Leivur Joensen, sneiddi seg leysan, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið, og so var fagnaðurin í reyða leguni øgiliga stórur.

 

Víkingur var um reppið at fara úr Trongisvági ongul í reyv. Í allar síðstu sekundunum eydnaðist tað Finni Justinussen við høvdinum at javna til 2-2, eftir at innskifti Dánjal Pauli Lervig hevði spælt hann leysan. Andreas Lava Olsen setti hol á fyri Víking eftir stórt kiks í TB miðverjuni, har tveir av heimamonnunum brustu inn í hvønn annan.

Tíggju minuttir undan steðginum javnaði høgri vongverjin Teitur Justinussen við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum, og eitt stórt korter eftir steðgin legði hann TB framum. Hesaferð var tað við høvdinum eftir horna úr høgru.

TB hevði møguleikar at økja um leiðsluna, men so við og við megnaði Víkingur at leggja heimaliðið undir trýst. Í evstu løtu eydnaðist tað so Finni Justinussen at javna. Tá ið Lars Müller bríkslaði fyri síðstu ferð var tað týðuligt, at tað var Víkingur, sum hevði vunnið eitt stig, og at tað var TB, sum hevði tapt tvey stig.

 

Í Klaksvík er fótbóltslagið so sera gott í góðveðrinum. Eftir fleiri vónbrot bæði í landskappingini og steypakappingini eydnaðist tað í dag at vinna 4-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Miðskeiðis í 1. hálvleiki setti Jóannes Bjartalíð hol á. Hetta var fyrsta málið hjá honum í bestu deildini. Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin varð alt avgjørt, tí tá skoraði KÍ tvær ferðir eftir horna. Í fyrra førinum var tað vongverjin í høgru Sørmundur Kalsø, sum við nærra stólpan setti bóltin í málið, og lítla løtu seinni var tað Páll A. Klettskarð, sum við høvdinum skoraði.

Innskifti Heðin Klakstein staðfesti í síðstu løtu stórsigurin, eftir at Evrard Blé hevði spælt hann leysan.

 

Hjá EB/Streymi var hetta sera tungt og torført. Nú eru teir í Sundalagnum undir niðurflytingarstrikuni saman við FC Suðuroy, sum í gjár tapti 2-1 ímóti HB. FC Suðuroy fær í 8. umfari vitjan av EB/Streymi.

Stóri vinnarin í hesum umfarinum var NSÍ, sum í gjár vann 2-1 á heimavølli ímóti AB. Nú eru tað fýra stig frá NSÍ og aftur til B36 og seks stig frá NSÍ og aftur til HB.

Í 8. umfari verður talan um innanhýsis uppgerðir millum toppliðini. HB og B36 bresta saman í Gundadali, og Víkingur fær vitjan av NSÍ.

 

NSÍ-AB 2-1

1-0: Klæmint A. Olsen

1-1: Álvur F. Christiansen

2-1: Jónhard Frederiksberg

 

FC Suðuroy-HB 1-2

1-0: Mamuka

1-1: Levi Hanssen br

1-2: Fróði Benjaminsen

 

TB-Víkingur2-2

0-1: Andreas Lava Olsen

1-1: Teitur Justinussen

2-1: Teitur Justinussen

2-2: Finnur Justinussen

 

ÍF-B36 3-1

1-0: Andy Olsen

1-1: Jákup á Borg

2-1: Dánjal á Lakjuni

3-1: Leivur Joensen

 

KÍ-EB/Streymur 4-0

1-0: Jóannes Bjartalíð

2-0: Sørmundur Kalsø

3-0: Páll A. Klettskarð

4-0: Heðin Klakstein

 

NSÍ 18

B36 14

HB 12

Víkingur 11

ÍF 10

KÍ 8

TB 7

AB 5

EB/Streymur og FC Suðuroy 3

 

8. umfar sunnudagin 26. apríl

FC Suðuroy-EB/Streymur

HB-B36

KÍ-AB

TB-ÍF

Víkingur-NSÍ