Ikea-fyritøkan hevur gjørt semju við eina familju í Kalifornia í USA, har eitt tvey ára gamalt barn doyði undir einari Ikea-kommodu, sum datt oman yvir barnið. Eitt mannalív kann ikki metast í peningi, men semjan millum familjuna og fyritøkuna er á 46 miljónir dollarar - ella umleið 308 miljónir krónur.
- Eingin semja kann broyta eina tragiska vanlukku, sum familjuni var fyri, men vit eru fegin um, at málið nú er endað við semju, sigur Ikea í einari útsøgn um málið í dag.
Sambært løgfrøðinginum hjá familjuni er hetta ein semja um størstu upphædd nakrantíð í USA í einum slíkum máli sum hesum. Sambært USA Today var tað í 2017, at tvey ára gamli, Jozef Dudek, doyði, tá ein kommoda av slagnum Malm hjá Ikea datt oman yvir hann.
- Vit høvdu ongantíð droymt um, at eitt tvey ára gamalt barn kundi fáa eina lága kommodu á 75 sentimetrar at koppa og kvala dreingin. Tað var ikki fyrr enn eftir vanlukkuna, at vit fingu at vita, at hetta slag av kommodu var óstøðugt á gólvinum og ikki leyk trygdarkrøv.
Tað sigur mamma smádreingin, Joleen Dudek, sum vísir á, at tað var heldur ikki fyrr enn eftir vanlukkuna, at tey frættu um, at hetta ikki var einasta syrgiliga hending av slíkum slag, har børn høvdu fingið júst hetta slag av kommodum oman yvir seg.
USA Today veit at siga, at Ikea-kommodur hava verið orsøk til í minsta lagi níggju hendingar í USA, har børn eru deyð, og nógv børn hava fingið skaðar. Tað mest vanliga er, at børn hava drigið skuffurnar út, og síðan er kommodan koppað.
Heimasíðan veit eisini at siga, at Ikea-fyritøkan í 2016 rindaði umleið somu upphædd - stívliga 300 miljónir krónur - til tríggjar familjur í USA, eftir at trý børn vóru deyð, tá tey fingu kommodur av sama slagi oman yvir seg.
Lagt verður aftrat, at í 2016 tók Ikea-fyritøkan 17,3 miljónir kommodur av slagnum Malm inn aftur, og hesar vórðu seldar árini 2002 til 2016.