IKKI 101 DALMATINARI - MEN 101 LIÐ

Talið av luttakandi liðum var methøgt í NS-kappingini, sum flogbóltsfelagið, Mjølnir, skipaði fyri um vikuskiftið

Flogbóltur, yngri deildir


Liðini í yngru deildunum í flogbólti bert økjast. Fyri bert tveimum árum síðani vóru bert umleið 65 lið, sum teknaðu luttøku, men í NS-kappingini (Norðoya Sparikassi), sum Mjølnir skipaði fyri í Klaksvík um vikuskiftið, vóru heili 101 lið tilmeldað, og hetta er tað mesta, sum higartil hevur verið tilmeldað í eini flogbóltskapping í Føroyum.


Yngstu liðini

Tað eru serliga yngstu leikbólkarnir sum økjast nógv og eru hetta teimum ymsu feløgunum at takka, tí tey gera eitt stórt arbeiði, soleiðis at tey yngru fáa umstøður at leika flogbólt. Størsti bólkurin var gentur 12 ár, har heili 28 lið luttóku.

Fyrr hava kvinnuliðini hava stóran meirluta í tilmelding av liðum, men nú byrja dreingjaliðini eisini spakuliga at økjast.


Eisini á Viðareiði og á Fossánesi

Vanliga hevur kappingin bert verið í Klaksvík, men orsakað av tí metstóru luttøkuni, var í ár eisini neyðugt at lata dreingir 12 ár spæla á Fossánesi og dreingir 14 á Viðareiði. Hetta er kanska eitt sindur óheppið, men tað var einki annað at gera, um kappingin skuldi gjøgnumførast.


TB vann mest

Í kvinnudeildini var tað enn einaferð TB, sum vann mest. Liðini av Tvøroyri vunnu allar kvinnubólkarnar uttan gentur 16 ár, har KÍF megnaði at vinna á Fleyr í finaluni.

Annars vóru úrslitini í kvinnudeildini hesi:


Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3

Gentur 9: TB a Fleyr TB b

Gentur 12: TB a Mjølnir a Mjølnir b

Gentur 14 TB a SÍ KÍF

Gentur 16: KÍF Fleyr Dráttur

Kvinnuungl: TB Fleyr KÍF


Fleyr best hjá dreingjunum

Í dreingjadeildini var tað serliga havnarfelagið Fleyr, sum gjørdi um seg, eins og SÍ eisini fekk eitt gott úrslit. Fleyr vann tríggjar deildir, meðan SÍ vann 2. Samlaða úrslitið í dreingjadeildini var hetta:


Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3

Dreingir 9: SÍ TB Fleyr

Dreingir 12: Fleyr Mjølnir a Mjølnir b

Dreingir 14: SÍ Mjølnir TB

Dreingir 16: Fleyr SÍ a SÍ b

Mansungl: Fleyr Fram SÍ