Ikki alt líka í felagsreglunum

Ellintur Abrhamsen

Har er ymiskt í nýggja sáttmálanum, sum Skipara og Navigatørfelagið er stak væl nøgt við, sigur formaðurin Ellintur Abrahamsen í stuttari viðmerkng.

- Millum annað eru vit nøgd við, at t.d. einki er broytt viðvíkjandi línuflotanum og aðrastaðir eisini, sigur Ellintur Abtahamsen.

- Í sáttmálaskeiðnum, sum kemur merkir nýggja skipanin við prosentum, at vit missa nakað, um manningartalið fer niðurum 34, men vit eru misnøgdir við, at vit høvdu fingið eitt protolat um, at vit skuldu býta eykapartar sum prosent og ikki sum partar. Hetta skrivaðu vit undir fyri tveimum árum síðani, men vit eru ónøgdir við, at prosentið í semingsuppskotinum skal læsast niðureftir og ikki uppeftir, sigur Ellinut Abrahamsen.

Hann rósar semingsmonnunum, sum hann metir hava gjørt eitt megnar arbeiði við at samanskriva sáttmálarnar.

Tó er hann skuffaður um, at tær felagsreglur sum eru, ikki allar eru líka, men hann metir, at hesum kunnu teir liva við í 2 ár.

- Vónandi er einki dottið burtur ímillim, sum vit iki hava sæð, sigur Ellintur Abrahamsen.

Hann metir tó at hann onkutíð er farin verri nøgdur frá sáttmálasamráðingum, enn hesaferð.