Ikki av leið

Long Distance, eitur nýggja fløgan hjá Lenu Anderssen og Niclasi Johannesen, og bæði heitið og myndirnar í húsanum bera boð um okkurt fjarskotið. Tey fara eisini í næstum til Onglands og ætla at taka fløguna við sær, men hon er kortini av hesum leiðum

orð: Dánial Hoydal

myndir: 3´arin


Fløgan er í stóran mun ein solofløga hjá Lenu. Duettin eitur heilt einfalt ?Lena?, og hon hevur skrivað allar tekstirnar sjálv. ?Niclas hevur skrivað løgini til mín, tí hetta er tónleikur, sum eg elski at syngja?, segði Lena hósdagin niðri í 3´aranum, tá sølan av fløguni byrjaði.

»Eg veit ikki rættiliga, hvat man kann kalla hendan tónleikin. Tað er poppur, men... Eitt sindur britpop onkustaðni... Tað er í øllum førum eg!«, sló Lena endiliga fast. »Allíkavæl ber ongantíð til at siga, at man er nøgdur við úrslitið. Sjálvkritikkurin er har alla tíðina og fær meg av og á til at halda, at tað er nakað lort, eg havi gjørt, men aðrar tíðir eri eg øgiliga glað fyri fløguna. Soleiðis er tað helst altíð.«


Loops

Tað byrjaði við, at Niclas setti seg niður við løgunum, hann hevði gjørt, og fór at finna loops - tónleikabrot við ljóðførum á serligum fløgum, sum hann kundi brúka til upptøkurnar. So var at spæla inn og finna tónleikarar at leggja annað omaná. Finnur Hansen hjálpti okkum nógv við hesum og hevði frálík hugskot. Sum tann seinasta slapp eg at syngja inn. Tá var alt liðugt, og vit kundu fara niður til Óla Poulsen, sum skuldi ljóðblanda. Hann er ein løgin snigil og hevði nakrar meiningar um, hvussu alt skuldi gerast, sum vit máttu laga okkum eftir. Men hann er ótrúliga dugnaligur og vit er øgiliga glað fyri, at vit fingu hann at gera tað, sigur Lena.


Víðari

Nú flyta vit skjótt til Onglands, og har ætla vit okkum at halda fram at spæla. Vit mugu óivað laga okkara tónleik eitt sindur eftir, hvørjum fólk har dáma at lurta eftir, men tað ger mær onki, tí mær dámar væl at syngja allan møguligan tónleik, sigur Lena. Vit taka hesa fløga við sum eitt slag av demo at vísa fram, men um fólk eru áhugað í henni, kunnu vit kanska selja hana har eisini.

Men tann næsta er longu í umbúna. Vit hava longu hugsað um at fara í gongd við okkurt nýtt. Tá mugu vit tó finna onkran annan at gera hana enn Niclas. Tað er ikki altíð tað besta at vera ?par?, tá man skal arbeiða seriøst og vera kritiskur mótvegis hvørjum øðrum. Eg dugi ikki altíð við tí, at tað skal vera Niclas, sum finnist at og rættar, viðgongur Lena. Eg veit ikki um tann næsta verður í stíli við hesa; fyrst vilja vit vita, hvat fer at henda framyvir, segði Lena at enda í samrøðuni.


Á góðari leið

Í 3´aranum vænta tey sær týðiliga okkurt av fløguni. Kaffi og kakur vóru settar fram til tey, sum vildu koma framvið og fáa eitt prát við Lenu ella onkran av teimum, sum høvdu givið fløguna út. Stórar plakatir hingu eisini uppi, og fløgan var í fløguspælaranum, meðan eitt videoband við samrøðum við Lenu og Niclas varð víst á skerminum. Ikki uttan orsøk, tí fløgan er á heilt góðari leið. Hetta er ein av teimum fløgunum, sum tú leggur í spælaran, tá tú kemur heim um kvøldið, og bara vil hoyra okkurt lekkurt. Lenu við sínu deiligu rødd og Niclas við sínum fantastiska evni til at spæla gittar, so hann sigur akkurát tað, sum riggar væl til - hvørki meira ella minni.