Ikki bót til bata

Nøkur orð um tað at kúga borgarar við eitt nú at geva teimum 1.500 krónur í bót fyri at tosa í fartelefon

Høgni Mohr, tíðindamaður
----
Ikki tí at tað hevði verið nøkur vanlukka fyri mannaættina, men herfyri mundi eg latið lív í ferðsluni. Tað var, tá ið ein VW Transporter koyrdi oman eftir Torfinsgøtu, sam­stundis sum eg kom súkklandi niðan eftir Jóannesar Paturssonar gøtu. Førarin í gula transportaranum tos­aði í fartelefon. Hann mundi rakt meg. Men hann rendi á eitt skelti ístaðin. Skeltið bognaði, bil­urin steðgaði, og eg fór víðari á lívs­leiðini.

Tað rakar láglønt
Ráð er eftir øllum at døma fyri slík­um gáloysni. Nevniliga Ráðið fyri Ferðslutrygd. Saman við løgregluni mælir ráðið til, at bótin fyri at tosa í fartelefon, meðan tú koyrir bil, skal trífaldast (www.in.fo/news-detail/news/botin-er-alt-ov-lag <http://www.in.fo/news-detail/news/botin-er-alt-ov-lag> ). Bótin skal vera 1.500 krónur. Bara soleiðis.
Við virðing fyri ráði og løgreglu haldi eg, at hetta er ein illa um­hugsað ætlan. 1.500 krónur í bót eiga ikki at koma upp á tal uttan so, at tey, sum forvinna 10 ferðir so nógv sum eitt vanligt arbeiðsfólk, eisini skulu gjalda 10 ferðir so nógv í bót. Eg kenni fleiri láglønt fólk við fíggjarætlanum, sum høvdu koppað av eini bót upp á 1.500 krónur. So hetta er bara at trýsta tey ognarleysu og fátæku í Føroyum upp aftur longri niður, enn tey longu eru. Eingin hevur moralskan rætt at áleggja verjuleysum fólki slíka sekt fyri at tosa í telefon. Í fyrra lagi rakar ein bót upp á 1.500 krónur sum nevnt ein fátækan føroying alt ov meint. Í seinna lagi líkist tað ongum, at fátæk skulu verða meira eggjað til at akta enn rík. Í søguni hevur tann fátæki sjáldan verið vandamikil fyri samfelagið. Dømini um tað mótsetta eru mong.

Ferðslutrygd og løgregla: Eitt misskilt parlag
Ferðslutrygd og løgregla skulu ikki ganga og leiðast sum gomul hjún. Ta kensluna fær ein annars, tá ið tey sita í miðlunum og geva hvør øðr­um rætt upp í saman. Onkur hevur gloymt, at hesar eindir verri enn so í øllum førum hava somu áhugamál. Løgreglan vil óivað hava færri vanlukkur á vegnum, eins og øll hini fólkini í Føroyum ynskja. Men løgreglan kann til dømis eis­ini vera áhugað í, at arbeiðið hjá henni er lættari at umsita, umframt at hon fegin vil varðveita sína mynd­ug­leikamegd. Tað fyrra sóu vit fyri fáum árum síðan, tá ið allar grund­ferðslubøtur vórðu settar til 500 krónur. Eisini tað at mangla eitt nummarplátuljós ella at hava gloymt koyrikortið fór knappliga at kosta 500 krónur. Hetta hóast slík »lógarbrot« ikki snúgva seg um trygd yvirhøvur.
Tað gevur eisini eina keðiliga kenslu, tá ið løgreglan kann bíleggja lógarbroytingar eftir vild, og at Ferðslutrygd bara rennur aftaná sum í blindum. Ferðslutrygd kann gera ferðsluna tryggari, millum ann­að við at tala fyri einum betri vega­kervi. Løgreglan kann hjálpa okkum øllum at halda lóg og landa­skil. Men hvørki teirra skal smíða lógir. Hví tey ikki skulu tað, er sein­asta felags uppskotið hjá teimum eitt gott dømi um.

Hans: Ikki gera nakað
Góða Ráðið fyri Ferðslutrygd! Í lýs­ingaátøkum eiga tit ikki uttan íhald at standa og klikkja niður á einstaklingin. Tí skjóti eg upp, at næsta herferðin hjá tykkum verður snarað eitt vet burtur frá okkum »gedum«. Vendið heldur eyguni móti kommunum og landi eitt bil. Sum kunnugt hava tey ábyrgdina av veganetinum, sum, um tað varð gjørt við trygd og trivnaði fremst í huga, hevði spart Føroyum bæði lív og løstir og ikki minst Ferðslutrygd almikið høvuðbrýggj.
Hans Hansen, háttvirdur undan­gongumaður í føroyskari flúgving, plagdi at taka til, at man einki skal gera, fyrr enn man veit, at tað, sum man ætlar at gera, er rætt. Hugsið um hesi orðini. Og inntil tey hava fest seg, latið so vera at gera nakað. Fyri Guds sakir, latið vera.
Mangan hugsar ein, at okkum tørvar álitisfólk, sum tora at stíga út úr sínum tronga sosiala og starvs­liga búri; út á óskeltaðar vídd­ir, har vit og skil sleppa at liva og anda frítt. Eitt er undir øllum um­støðum greitt: Nógv vanlig fólk í Føroyum tíma ikki longur at taka ímóti hesum afturvendandi hamarshøggunum, sum stovnar og myndugleikar lata dynja í heysin á sínum neyðars tegnum.

Theodor: Tað havi eg ikki formerkt
Á asosialu miðlunum sigur onkur seg bera ótta fyri, at Føroyar ganga sama veg sum onnur evropisk lond, ið eru farin at minna um politi­státir. Eitt nú í Danmørk(!) skulu løgreglufólk út at skriva so og so nógvar bøtur um dagin. Utt­an at vit varnast tað, kann ein slík­ur myndugleiki sostatt gerast ein státur í státinum. Tað hendi í Eyst­ur­týsklandi, har politiska upp­runahugsanin var toluliga góð, men projektið kollsigldi, m.a. tí longdi armur lógarinnar fekk merglop.
Í ævintýrinum um nýggju klæði keisarans, sum í veruleikanum slett ikki vóru klæði men heit luft, er tað eitt smábarn, ið at enda sigur sannleikan: Men, keisarin er jú nakin! Tann søgan endurtekur seg. Í hesi vikuni var tað til dømis ein avgamal sørvingur, sum ímóti øll­um óskrivaðum reglum fegin vildi kennast við sítt egna vit. Theodor Thomassen, føddur í 1908, játtaði í sjónvarpinum, at hann hevði etið nógva grind. Og spurdur í útvarpinum, um grindin hevði gjørt honum skaða, svaraði hann: Tað havi eg ikki formerkt.
Men grindin er framvegis lívs­hættislig. Hví, Pál? Er tað tí, at allar meiningar kunnu gerast sannleikar, vissi bara samanhangurin verður nóg avskeplaður og úrtøkiligur?

We all live in a yellow VW van
Tað verður tosað so nógv um spor­føri í fiskivinnuni. Hvussu hevði verið at fingið sporføri í føroyskt lógarsmíð? So hevði borið til at sæð, hvaðan øll hesi »góðu« hug­skot­ini koma, hvør hugsar tey upp, og hví summi av hesum hug­skotum enntá verða sett í verk. Men høvuðsspurningurin verður vón­andi hesin: Nú ið tað valla eru vanligt vit og skil, ið elva til mongu lógarherðingarnar í hesum land­inum, hvat er tað so? At svara tí spurninginum er neyvan fyri politik­­arar og enn minni løg­frøð­­ingar. Heldur átti onkur at­ferðar­frøðingur (behavioristur) verið sett­ur at kanna málið.
Lesarin spyr kanska: Hví skrivar ein súkklandi maður slíkt, tá ið maðurin sjálvur var um at liggja lík orsakað av einum gáloysnum bilførara við fartelefon? Tað er av tveimum orsøkum. Tann fyrra er, at fyri tað at eg súkkli, eri eg einki øðrvísi og enn minni betri enn onnur fólk, sum av tilvild koyra bil. Tessvegna eri eg eisini »maðurin í gula transportaranum«. Og tað eru fólkini á Ferðslutrygd og í løg­regluni eisini. Moralskt eru vit øll í sama, gula fólkavogni.

Martin: Og so komu tey eftir mær ...
Seinna orsøkin snýr seg sum vera man um ómissandi persónliga frælsi okkara alra. Nú er Martin Nie­möll­er, týski guðfrøðingurin, mis­nýtt­ur til nógv. Mín lutur skal ikki liggja eftir í so máta. Eg endurgevi:
»Fyrst komu tey eftir roykj­ar­unum, men eg mótmælti ikki, tí eg roykti ikki. So komu tey eftir báta­eigarunum, men eg mótmælti ikki, tí mær dámdi ikki øl. So komu tey eftir byrsufólkunum, men eg mótmælti ikki, tí eg veiddi hvørki haru ella fugl. Og so komu tey eftir mær, men tá var eingin eftir at mótmæla.«
Uttan samanbering annars við støðuna á døgum Niemöllers hugsi eg, at tá ið lóggávuvaldið at enda kemur eftir mínum lívsfrælsi á súkkluni, so er tað kanska ov seint, tí øll hini hava givið seg yvir til treytaleysa lýdnið. Eisini maðurin í tí buglaða VW transportaranum.




Eftirskrift
Eysturskúlin í Havn verður í hesum døgum hálovaður fyri at vera ársins roykfríi skúli. Hví? Ger tað Eysturskúlan til ein góðan skúla, at so fá fólk roykja har? Nei. Men søgan er jú góð. Til lukku.