Sum støðan er nú, er ikki neyðugt við einum stórum skúla í miðbýnum í Havn.
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Hann sigur, at tað búgva so fá fólk í miðbýnum, at sum støðan er nú, er ikki neyðugt at gera Kommunuskúlan aftur til skúla.
Hann sigur, at Býráðið roynir at gera eina heildarloysn á øllum skúlaviðurskiftunum í Havnini.
Tí harmast hann um, at býráðslimir longur hava boðað frá, at Kommunuskúlin skal gerast aftur til skúla.
Hann sigur, at summir býráðslimir hava ikki megnað at geva málinum eina virðiliga viðgerð.
- Vit býráðslimir kunnu ikki loyva okkum at arbeiða bert fyri ein ávísan skúla, tí onkur í býnum trýstir eftir júst hesi loysnini, sigur borgarstjórin í lesarabrævið, sum kann lesast í fullari longd við at TRÝSTA HER.