Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kristinu Háfoss greiða frá
Uppskot um broyting í lóggávuni um fíggjarligt virksemi er borið løgtinginum, hóas fylgiskjøl til uppskoti sáa iva um málið er búgvið til tað.
Næstforkvinnan í fíggjarnevnd løgtingsins, Kristina Háfoss, undrast á, at ávarandi viðmerkingar frá lógarkønum í bæði Fíggjarmálaráðnum og á Løgmansskrivstovuni ikki vera tiknar í álvara.
- Ein av vandunum sambært fylgisskjølunum er, at Føroyar flyta lógarheimildirnar á økinum um fíggjarligt virksemi til Danmarkar, tá ið Danmark sjálvt flytir sínar heimildir til ES, sigur Kristina Háfoss.
Tinglimurin fyri Tjóðveldi vísir á, at hóast Føroyar ikki eru ES-limaland, so kann hendan lógarbroytingin føra við sær, at lógarbroytingar úr ES verða beinleiðis fluttar til Føroyar, uttan møguleika fyri egnari ávirkan á lóggávuna.