Ikki dagurin hjá ÍF

Hetta var ikki okkara dagur. Tað staðfesti annar av ÍF venjarunum, Jón Simonsen, eftir lokið stríð. ÍF hevur tvær tær seinastu ferðirnar latið níggju mál fara ígjøgnum.

- Tað er ikki nóg gott, og um tað ikki skal enda heilt galið, so er neyðugt, at tað verður nógv tættari í verjuni, tá ið vit næstu ferð fáa vitjan av KÍ, og tá ið vit síðani skulu spæla í Sørvági, helt ÍF venjarin.

- B68 spældi væl, men tað eigur at verða tikið við, at vit vóru ógvuliga skerdir bæði av leikbannum til sentralar spælarar og av skaðum. Nú vóni eg, at vit orduliga taka okkum saman. Tveir teir seinastu dystirnir hava víst, at einki kemur av sær sjálvum, og at tað er alneyðugt at stríðast av øllum alvi, um vit skulu hugsa um at skava stigini saman, sum tað er neyðugt at vinna, um tað ikki skal enda heilt galið. Nú hava vit tapt tvær ferðir á útivølli. Tað verður gott aftur at eiga heimavøll, og tað kemur væl við, at tað nú verður steðgur í tvær vikur, helt ÍF venjarin.