Góðu føroyingar
Royn einaferð at seta teg niður, gloym alt sum eitur fullveldi, sambandsflokkur, vælferðarsamfelag, javnaðarflokkur, tjóðveldisflokkur og so víðari. Hygg út ígjøgnum vindeygað, so sært tú fjøll, hav, regn, fólk, hús, bilar. Hugsa teg nú væl um, hvør ert tú? Hvaðani kemur tú frá? Finn eitt orð, sum sigur nakað um alt hetta, tú sært uttanfyri: Føroyar!
Hevur tú ta kenslu, at tú hevur ábyrgd av tær sjálvum? Er tað ikki ein góð kensla at hava? At tú, um tú ætlar tær at gera okkurt, so nýtist tær ikki at hava undirskrift og loyvi frá foreldrum ella verja? Hevði tað á sama hátt ikki verið deiligt at kunnað havt hesa kenslu yvir fyri staðnum tú ert frá? Hevði tað t.d. hjá javnaðarmanninum ikki verið deiligt at vita sær, at endiliga, endiliga kann eg byrja at stýra hesum landinum sum eitt land og ikki bara ein landspart. Endiliga kann eg fullføra mína ætlan um vælferðarsamfelag, nú skal eg vísa, hvat eitt vælferðarsamfelag er, nú skulu fólk síggja. Og tað sama hjá t.d. sambandsmanninum, endiliga kann eg vera ein rættur liberalistur, so at hetta, sum nú er blivið eitt land, kann fáa eina fría kapping, so at prísir og dygd verða betri, og uppaftur betri er, at eg nú kann geva loyvi til handilssamarbeiði við onnur lond heilt einsamallur, uttan at onkur niðri í Danmark sigur at eg ikki sleppi. Eg ivist onga løtu í, at hetta er ein dreymur, ein dreymur sum tað ber til at føra út í lív. Hetta handlar ikki um at vera sambands-, javnaðar-, tjóðveldis-, sjálvstýris, miðflokka- ella fólkafloksfólk. Hetta handlar um at ásanna, at ein føðing fór ígongd fyri nógvum harrans árum síðani og, at vit nú eru komin so langt, at barnið ikki kann verða í búkinum longur, tað má út. Tað keðiliga við hesum spurningi um fullveldi, loysing, sjálvstýri, (ja hvussu skal barnið eita?), er tað, at hann er har, og at hann er politiskur. Hetta átti ikki at verið ein spurningur, hetta átti at verið nakað natúrligt, sum vit áttu at verið samd í. Eitt er at vera ósamd um høgra og vinstra politikk, sosialismu, liberalismu osfr., men at vera ósamd um, at vilja hava fult ræði á landi sínum er ónatúrligt. Tað, sum vit ikki hava ásannað enn, er at tað býr nakað í okkum øllum, sum sigur tað, at vit eru føroyingar, og at vit búgva í Føroyum, sum TÍVERRI ikki er eitt ordiligt land enn, men sum vit, um vit standa saman um hetta eina málið, kunnu fáa til eitt land, eitt land, har føroyingar búgva, práta, arbeiða, mála, syngja og stýra. Har tað er føroyingurin, sum sjálvur kann siga, um hann hevur hug til at samarbeiða við handan handilsmannin úr Kina osfr.
Tað sigur seg sjálvt, at fólk eru ósamd um ymiskt, men hetta átti at verið eitt mál, sum vit vóru samd um. Tí haldi eg, at tað er harmiligt, at eftir at okkara landsstýrisfólk hava verið niðri og roynt at fingið eina góða avtalu við Danmark um hvussu vit skipa okkum sum egið land, og har okkara umboð vera sera illa viðfarin, at hesi landsstýrisfólk tá ið tey koma heim aftur til tað fólk, sum tey royna at tryggja eitt frælst samfelag, fáa eina lortaspann afturat omanyvir seg. Sjálvandi eiga vit at stuðla tey, ið vit hava valt at stýra okkara »land«, og vóna at tað gongur teimum sum frægast. Hava vit misskilt okkurt, hetta er framtíðin hjá okkum øllum, tað snýr seg um. Tað sigur seg sjálvt, at um vit loysa, so mugu vit hava eina so góða avtalu við Danmark sum gjørligt, líkamikið um vit eru sambands-, javnaðar-, sjálvstýris-, miðflokka-, fólkafloks- ella tjóðveldisfólk. Tað eru altso ikki bara samgongufólk, ið koma at líða undir avleiðingunum av tí avtaluni, sum tað endar við, líka sum tað heldur ikki eru bara tey, ið fáa gleði av henni.
Eg haldi, at tú sum føroyingur má fara djypri inn í teg sjálvan, seg teg niður nú eitt kvøldið, gang ein túr, hugsa teg um, kanska tú hevur verið og ferðast onkuntíð, hugsa um hvat tú sást, og hvat tú sært nú, hugsa um, hvat tú virðir hægri: fíggjarligan tryggleika (kanska ikki eingang tað) og vitanina um at tú nassar av einum øðrum landi ella vitanina um, at tað nú eru tú og føroyingar, sum stýra hesum landinum, at vit hava møguleikan til at gera hetta landið til eitt suverent (sum javnaðarmaðurin segði) vælferðarsamfelag. Hugsa um málið, hitt føroyska málið, hvat er hetta vit tosa? Vit eru 45.000 fólk, og vit hava klárað at varðveitt eitt mál í so langa tíð, er tað ikki ótrúligt? Tað sigur eitt sindur um, hvussu sterkur okkara samleiki er. Hugsa um, tá tú fert út at ferðast, og tollarin fyrst pyr: »Where are you from?« Tú svarar »The Faroe Islands« og hann hyggur eitt sindur undrandi í passið hjá tær og sigur: »ahhh?Denmark«. Royn at ímynda tær, at hann sigur: »hmm?The Faroe Islands, where are they?« og tú byrjar at greiða frá og endiligt kanst tú svara »nei« til spurningin um tað er »dependent« av nøkrum øðrum landi. Hugsa eisini um teg sjálvan, royn at finna samleika tín. Eg veit, at tað ikki bret eru tjóðveldis-, fólkafloks- og sjálvstýrisfólk, ið identifisera seg sum føroyingar og vilja, at Føroyar, teirra land, skal gerast eitt egið land, tað er bara óheppi hjá hinum flokkunum, at tað skuldi verða hesir flokkar, sum tóku seg saman at gera nakað við tað. Eg skilji tað væl ? tað er natúrligt ? tað er bara tað, at hetta er eitt ov stórt mál til bara at lata fara framvið av (um eg kann loyva mær) øvundsjúku. Tí er tað av stórum týdningi, at fólk hugsa seg væl um, og lata allan flokspolitikk liggja í skuffuni, áðrenn tey taka eitt val um framtíðina hjá Føroyum. Eisini hetta við, at Føroyar fara fallit, og at tað fer ikki at bera til at liva her eftir loysing, hetta er so púra burturvið at siga. Um vit so fáa eina skiftistíð upp á 1 dag, so fara allar Føroyar ikki at hvørva. Halda fólk, at fjøllini søkka niður í havið, og at húsini mystiskt hvørva? Tað ber sjálvandi til at liva víðari. Hvør nevndi avleiðingar? Sjálvandi fer tað at hava avleiðingar, positivar sum negativar, hetta er eisini tað, sum ger okkum til fólk. Tað at vit gleðast við góðar tíðir og stríðast undir ringum tíðum, fyri at merkja tað, at tú livir og fyir at merkja hendan viljan til lívið, krevur tað jú eisini, at vit royna nýggj, vandamikil, spennandi og uppbyggjandi ting. Tað er tað, ið ger okkum til menniskjur. Latum okkum standa saman og fáa hetta landið upp at koyra sum aldrin áður, saman ber alt til!!!
Nei, hetta verður ov langdrigið, eg kann blíva við, at royna at sannføra um, at fullveldið er rætta leiðin, men sum eg áður havi sagt, so hevur tað nakað við teg sjálvan at gera, ikki við hvønn flokk tú nú einaferð valdi á síðsta vali ella hvat familjan og vinirnir velja og halda. Tað er tú, sum skalt trúgva upp á teg sjálvan, taka ræði á landi tínum og gera tað, ið tú innast inni kennir á tær er rætt, ikki bert fyri teg, men eisini fyri tínir eftirkomarir. Ímynda tær tá ommu og abbabørnini fara at práta um hvussu djørv/djarvur tú vart! Hygg einaferð í søgubøkurnar, hvør er tað sum er hetjan? Jú, tað er sum oftast tann, ið stríðist fyri frælsinum.
Hetta er ein persónligur spurningur so tað forslær. Og TÚ ert ein av teim heldigu, ið sleppur at hava ávirkan á hann. Tí er tað av alstórum týdningi, at tú hugsar teg væl um, áðrenn tú tekru støðu til framtíð Føroya.
Vinarliga
Elisabeth Skarðhamar Olsen, ein føroyingur