Eitt sum Húsavík á Sandoynni er kend fyri, eru tær mongu varðveittu toftirnar í bygdini.
Hesar fekk myndamaður okkara eisini eygu á, ein dagin hann vitjaði í bygdini, og ynskti sum vera man at prenta eina slíka mynd í blaðnum. Sum sagt, so gjørt.
Tá myndin kom í blaðið var hend ein misskiljing í myndatekstinum til greinina: Sagt varð, at myndin var av húsatoftunum hjá húsfrúnni í Húsavík. Men tann staðkendi og søgukøni kundu beinanvegin staðfesta, at so var ikki.
Henda annars so vakra myndin, sum verður prentað her á síðuni, er væl at merkja av húsatoftum, men ikki teim hjá húsfrúnni. Hesar standa í býlinginum í sunnaru helvt av bygdini. So skuldi tað verið rættað!
Annars kann nevnast, at ein sera rík kvinna, nevnd Hústrúin ella Húsfrúgvin, var í bygdini, og søgnin sigur, at hon og maður hennara grundaðu bygdina aftur. Grótgarðurin, hon læt gera um kirkjugarðin, stendur enn. Eisini veggirnir í hoyløðuni og tað steinsetta túnið minna um hennara stórbæri.